Leys størv

Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 11 lærarum til skúlaárið 2022/2023

6 lærarum í føst størv frá 1. august 2022.

3 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023. Tvey av størvunum eru í sertilboðnum.

Einum lærara í tíðaravmarkað starv í skúlanum skúlaárið 2022/2023 á lønarbrot 0,45.

Einum lærara í tíðaravmarkað starv í sertilboðnum skúlaárið 2022/2023 á lønarbrot 0,85.

Endaliga tímatalið og setanin til tíðaravmarkaðu størvini á lønarbrot 0,45 og 0,85 verða ikki ásett fyrr enn eftir 1. oktober 2022.

Førleikakrøv

Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í: alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, ítrótt, smíð, KT og innan serøkið.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

duga væl at samstarva og samskifta

eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannsettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 12.00.

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo _____________________________________________________________________ Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 474 næmingar, av hesum eru 35 í forskúlanum og uml. 65 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.