Leys størv

Lærarastørv í Vestmanna skúla - skúlaárið 2025/2026

Ert tú eldhugaður lærari, ið brennir fyri at gera mun? Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum ágrýtnum og kreativum toymi, har fakligheitin er í hásæti? So er Vestmanna skúli rætta arbeiðsplássið til tín.

Søkt verður eftir:

tveimum lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26, vegna farloyvi

einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar. Starvið verður sett 1. septembur, samstundis sum endaligur setanarbrøkur verður settur.

Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa í øllum deildum umframt at røkja flokslærarauppgávu.

Vestmanna skúli er ein miðalstórur skúli við uml. 170 næmingum, sum virka í einum stuðlandi og mennandi læruumhvørvi. Skúlin er rótfestur í bygdarmentanini og liggur í náttúruvøkrum umhvørvi, beint við Gjógvará og viðarlundina, eitt hanagleiv frá bæði sandinum og haganum.

Vit leggja dent á at hava fakliga høgt støði, har næmingar og lærarar tráa eftir at røkka langt í felag. Skúlin er merktur av einum felagsskapi, har lærararnir altíð eru til reiðar at førleikamenna seg og royna nýggjar undirvísingarleiðir.

Vit leita eftir tær sum hevur hesar førleikar

- megnar at samstarva og samskifta

- er til reiðar at menna teg og skúlan - hevur ein jaligan hugburð til næmingar og undirvísing

- dugir at fevna um ymisleikan og taka ábyrgd

Førleikakrøv

Tann, ið settur verður, skal hava læraraprógv

Barnaváttan krevst í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini verða sett í lønarflokkunum 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Føroya lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir við CV, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 08.05.2025 kl. 12:00

Umsóknir verða stílaðar til Kristionnu Vinniedóttir, skúlastjóra á kristianna.vinniedottir@skulin.fo. Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Kristionnu á tlf. 230100


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni