Leys størv

Lærarastørv í Skúlanum á Argjahamri

Okkum tørvar 4 lærarar til skúlaárið 2025-26. Størvini eru øll tíðaravmarkað størv skúlaárið 2025-26.

Trý av størvunum eru í skúlanum, meðan tað eina er í forskúlanum. Størvini í skúlanum eru vegna farloyvi og avloypstímar.

Lønarbrotið fyri tey trý størvini í skúlanum er 1,0

Komandi skúlaár fara tveir forskúlaflokkar at ganga á Argjahamri. Tí søkja vit eftir lærara til forskúlan.

Lønarbrotið fyri starvið í forskúlanum er 0,75

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í:

Føroyskum, donskum, støddfrøði, søgu, kristni, náttúra og tøkni, handaverk og list og ítrótt/svimjing.

Okkum tørvar lærarar í øllum deildum. Harumframt tørvar skúlanum flokslærarar í grunddeild.

Søkt verður eftir lærarum sum

duga væl at samstarva og samskifta
vilja menna seg sjálvan og skúlan
sýna næmingum og undirvísing eldhuga
vilja fevna ymisleikanum og styrkja felagsskapin

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setan.

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl 2025 kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 302510 ella 224240

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlan á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni