Leys størv

Lærarastørv í skúlanum á Argjahamri

Hesi størvini eru

3 lærarar í fast starv
3 lærarar í tíðaravmarkað starv, komandi skúlaár 2019/2020, vegna lækkað tímatal, serligan tørv, forskúla og avlopstímar. Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. sept. 2019.

1 tíðaravmarkað starv at seta við setanarbrotinum 0,6 í hádeild
1 fast starv at seta við setanarbrotinum 0,6 miðdeild/grunddeild
1.starv í forskúlanum við setanarbrotinum 0,74

Søkt verður eftir lærarum og námsfrøðingum sum

duga væl at samstarva og samskifta
vilja menna seg sjálvan og skúlan
sýna  næmingum og undirvísing sín eldhuga
vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagskapin

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum:

1. undirvísingarpartur

    Støddfrøði, føroyskt, ítróttur og leiklist

2. undirvísingarpartur

             Náttúra og tøkni

3. undirvísingarpartur

            Danskt, støddfrøði, alisfrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og ítróttur/gentur

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20.juni  2019  kl. 15.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 og 221466. 

Eisini ber til at senda teldupost til skúlan:  marjun.holm@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir

Skúlin á Argjahamri er skúli við forskúla til 9. flokki og frítíðarskúla.

Í skúlanum eru 45 starvsfólk og  ganga 386 næmingar í skúlanum.

Skúlin er býttur sundur í tríggjar undirvísingarpartar, grundeild, miðdeild og hádeild.

Okkara viðri eru: ábyrgd- álit – ávirkan – ágrýtni.

Sí. www.sah.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.