Leys størv
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022
2 føst lærarastørv
5 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023, vegna barnsburðarfarloyvi, farloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar
Endaligt tímatal fyri tíðaravmarkaðu størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2019.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
leggja dent á fakliga og námsfrøðiliga menning
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
Harafturat skulu lærararnir hava førleika at átaka sær hesar uppgávur:
flokslæraraarbeiði
undirvísa í ítrótti/svimjing við dreingjum
undirvísa í tónleiki/sangi
undirvísa í handaligu lærugreinunum
Tað er ein fyrimunur um umsøkjarar hava útbúgving sum serlærari, støddfrøðisvegleiðari og bókavørður
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.
Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi Fríggjadagin 20 mai kl. 12.00 Umsóknir verða sendar til:
Sankta Frans skúli
Varðagøta 10
FO-100 Tórshavn
ella í teldubrævi til: aslaug.olsen@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til
Aslaug Olsen, skúlastjóra, 282536 ella
Jóhan M. Stenberg, varaskúlastjóra á tlf. 282533
____________________________________________________________________
Í Sankta Frans skúla eru 368 næmingar í forskúla til 7. flokk. Í skúlanum starvast 31 lærarar og 4 námsfrøðingar. Skúlin hevur ein starvsfólkahóp, ið fakliga røkkur víða, og arbeitt verður alsamt við at menna skúlan
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.