Leys størv
Til skúlaárið 2022/2023 ver›ur søkt eftir:
• 1 lærara í fast starv frá 1. august 2022
• 3 møguliga 4 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/2023 vegna farloyvi, barnsburðarfarloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.
Endaliga tímatal fyri tíðaravmarkaðu størvini verður endaliga ásett 1. sept. 2022
Søkt verður eftir lærarum, sum
tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva, og vilja vera við til at menna skúlan.
Skúlin hevur tørv á lærarum, sum m.a. kunnu undirvísa í føroyskum, týskum, støddfrøði, alis- og evnafrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði, søgu, landalæru, motorlæru og ítrótti.
Førleikakrøv:
Útbúgving sum fólkaskúlalærari og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Læraralesandi, sum vænta at taka prógv í summar, eru eisini vælkomin at søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum, møguligum viðmælum og játtilsi um, at barnaváttan kann innheintast, skulu vera leiðsluni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mai kl. 12.00. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á tel. 238061. Eisini ber til at senda teldupost til berlys.toftadal@skulin.fo
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár 289 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 29 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skrivstovufólk, 3 húsavørðir og 6 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna. Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni ffs.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.