Tíðindi


Lærarar vitjaðu Jarðfeingi

Arktisk vísindi til føroyskar skúlar

27. januar 2018

Fyrst í januar skipaði Jarðfeingi fyri tiltaki fyri lærarum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum um møguleikar hjá skúlum í Edu-Arctic-verkætlanini.

Eini 25 lærarar úr m.a. Havnini, Klaksvík, Kambsdali og Runavík tóku lut í tiltakinum. Edu-Arctic bjóðar fyrilestrar á alnótini um hópin av vísindaligum evnum. Í tann mun, at føroyskir skúlar ynskja at brúka hetta tilboð, ber til at halda nakrar av hesum fyrilestrum á føroyskum.

Edu-Arctic-verkætlanin bjóðar eisini skúlaungdómum at luttaka í kapping um vísindaliga ella innovativa verkætlan. Føroysk ung hava á henda hátt møguleika at kappast á jøvnum føti við ung úr øllum Evropa. Vinningurin er ein 14 daga rannsóknarferð til Svalbard ella Norðurnoregs í summar.

Seinasta freist at lata inn tann fyrsta samandráttin til verkætlanina var fríggjadagin 19. Januar, og fleiri føroyskir skúlar luttaka nú í kappingini saman við meira enn 150 skúlum í Evropa.

Edu-Arctic er ein ES-verkætlan, sum Jarðfeingi luttekur í, og sum heldur fram til apríl 2019. Les meir um verkætlanina: https://edu-arctic.eu/

Kelda: jf.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.