Tíðindi
28.10.2021
Tey eru um 30 í tali, bæði fólkaskúla- og miðnámsskúlalærarar, sum eru farin undir diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál; tey flestu lesandi eru upptikin á masterstigi, men nøkur taka útbúgvingina á bachelorstigi. Útbúgvingin telur 60 ECTS-stig og er skipað sum parttíðarútbúgving yvir fimm lestrarhálvur; tað svarar til hálvtriðja ár.
Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva undirvísarar við ymiskum førleikastigi í føroyskum sum annaðmál grundað á ástøðiliga vitan um máltøku og læring í einum fjølbroyttum, málsligum og mentanarligum samteksti, umframt at menna fakliga vitan og førleika hjá lesandi at fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri ymsar málbólkar og við atliti at etos um inkluderandi útbúgving.
Sambært lýsingini av útbúgvingini fevnir hon um undirvísing í føroyskum sum annaðmál við serligum denti á at læra føroyskt sum annaðmál í einum føroyskum fleirmæltum samteksti. Dentur verður lagdur á at geva teimum lesandi holla vitan og ástøðiligt innlit í nýggja fakøkið og at geva teimum førleikar innan málnámsfrøði.
Útbúgvingin er tvørgreinað og kjølfest í altjóða gransking og vitan, men staðbundni tørvurin og samteksturin er í miðdeplinum. Serligur dentur verður lagdur á tær serføroysku umstøðurnar, at føroyskt er eitt lítið mál, har fleirmæli myndar gerandisdagin.
Útbúgvingin er staðsett á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, men Føroyamálsdeildin og Námsvísindadeildin samstarva um útbúgvingina og undirvísingina. Í arbeiðsbólkinum á Setrinum, ið hevur lagt útbúgvingina til rættis, eru: Hjalmar P. Petersen professari, Lydia Didriksen námslektari, Sissal M. Rasmussen ph.d og Elisabeth Holm ph.d. Hesi fýra undirvísa eisini umframt onnur.
Sambært hagtølum vóru fólk úr tilsamans 107 londum í Føroyum við seinasta ársskifti.