Leys størv
Søkt verður eftir lærarum til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2023/2024
Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2022/2023:
1 fast lærarastarv
2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
1 tíðaravmarkað lærarastarv, lækkað tímatal, avlopstímar.
Setanarbrotini eru 1,0 og 0,9 og eitt við setanarbroti 0,5. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september
Søkt verður eftir lærarum, sum
undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
duga at samstarva og eru fyrikomandi
eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
Vit vænta, at tú
ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
ert stundislig/ur og nærlagd/ur
ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
vilt vera við til at menna eftirmetingar
hevur góðan KT-førleika
kanst virka sum flokslærari
hevur kunnleika innan sernámsfrøði
í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
kanst virka bæði í innskúling og miðdeild
Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing. Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
Royndir í føroyska fólkaskúlanum
Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini
Lønar- og setanartreytir:
Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo
Umsóknarfreist: 30. mai 2023 kl. 24.00
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.
Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.