Leys størv

Lærarar til Skúlan á Fløtum

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, og megnar tú at bróta upp úr nýggjum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av 10-11 leysu lærarastørvunum í Skúlanum á Fløtum.

2 størv, ið eru skipað sum føst størv

3 størv fyri lærarar í farloyvi skúlárið 22/23

1 starv hálva tíð fyri lærara í farloyvi skúlárið 22/23

3 tíðaravmarkað størv skúlaárið 22/23, harav eitt er í forskúlanum

Tað eina tíðaravmarkaða starvið er møguliga parttíðarstarv. Endaliga tímatalið á hesum starvinum verður ásett 1. oktober. Tó er møguleiki fyri at lesa vikartímar írestandi tímatalið upp til fulla tíð.

Harumframt tørvar skúlanum 2 -3 fastar vikarar til skiftandi tímatal.

Um størvini

Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skal taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri tær rammurnar sum virðisgrundarlag, mið og mál skúlans seta.

Vit vænta, at tú

Vit vænta, at tú hevur sett teg inn í virðisgrundarlag, mið og mál fyri Skúlan á Fløtum, og kennir teg aftur í hesum. Harumframt vænta vit, at tú tekur undir við kt-æltan skúlans og ert stinnur kt-brúkari.

Tú mást duga at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og

avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til at menna skúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virði í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av. Góðir kt-førleikar á brúkrarastigi eru ein treyt.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum lærari; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.

Okkum tørvar lærarar, ið m.a.: kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd, hava linju í alis-/evnafrøði, føroyskum, nátturu og tøkni, støddfrøði, smíð, enskum, innskúling við forskúla, kunnu arbeiða á serøkinum í vanliga skúlatilboðnum, er støddfrøðivegleiðari ella kunnu hava dreingir í ítrótti og svimjing. Okkum tørvar lærarar til grund-, mi›ð- og hádeild.

Lýsing av skúlanum

Endamálið við Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.

Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.

Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta  samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.

Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 800 næmingar í 0. – 9. flokki.

Bygnaðarliga er skúlin í løtuni skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. - 7. flokki og fimm flokkum í 8. og seks flokkum 9. umframt sertilboðið 4-10 við 47 næmingum og Lopfjølina við 10-12 næmingum. Frá skúlaárinum 23/24 eru skúlin skipaður í 3 spor í forskúla, grund- og miðdeild og 4 sporum í hádeild.

Skúlin er deildarbýttur í grunddeild, miðdeild, hádeild og tvær serdeildir. Skúlin á Fløtum húsast á trimum støðum: 4-10 tilboðið á Argjum, lopfjølin í Margarinfabrikkini og við Hans Andriasar gøtu á Fløtum har frítíðarskúli, grund-, mið- og hádeild húsast.

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya

Lærarafelag. Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, Lærari” í seinasta lagi mánadagin 23 mai kl 13:00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Regini Marnersson á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.