Leys størv

Lærarar til Skúlan á Fløtum

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, og megnar tú at bróta upp úr nýggjum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av 8-9 leysu lørarastørvunum í Skúlanum á Fløtum.

5 størv eru skipað sum føst størv

3-4 størv eru tíðaravmarkað størv skúlaárið 20/21

Størvini eru fulltíðarstørv, men ávísur møguleiki er eisini at skipa hesum sum partíðarstørv, um hetta er eitt ynski. Tó er seinasta starvið parttíðarstarv. Endaliga tímatalið á hesum starvinum verður ásett 1. september.

Um størvini

Søkt verður eftir lærarum, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarv við starvsfólk skúlans skal taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri tær rammurnar sum virðisgrundarlag, mið og mál skúlans seta.

Vit vænta, at tú

Vit vænta, at tú hevur sett teg inn í virðisgrundarlag, mið og mál fyri Skúlan á Fløtum, og kennir teg aftur í hesum. Harumframt vænta vit, at tú tekur undir við kt-æltan skúlans og ert stinnur kt-brúkari. Tú mást duga at samstarva og vera fyrikomandi. Vera fús/ur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru í gerandisdegnum í skúlanum og áhaldandi ert við til áhaldandi at menna forskúlan. Tú ert stundvís/ur og røkin og sært virðið í felagsskapinum og torir at bjóða mørkunum av. Harumframt eru góðir kt-førleikar ein treyt.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum lærari; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. Okkum tørvar lærarar, ið m.a.: kunnu átaka sær flokslæraraábyrgd, hava linju í Alis-/evnafrøði, nátturu og tøkni, støddfrøði, smíð, enskum, kunnu arbeiða á serøkinum í vanliga skúlatilboðnum ella í sertilboðnum 4-10, ella kunnu hava dreingir í ítrótti og svimjing. 

Lýsing av skúlanum 

Endamálið við Skúlanum á Fløtum er í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á einum føroyskum grundvølli.

Skúlin á Fløtum byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.

Dentur verður lagdur á at menna sálarliga, kropsliga, handaliga, listaliga og bókliga treystið, har hendur og hugur samantvinna leik og læru.

Vit vilja stimbra áræðið hjá okkara næmingum, so teir megna tær avbjóðingar, teir møta í samfelagnum, náttúruni og framtíðini. Tí eru nærsamfelagið, útiumhvørvið og tøkni ein natúrligur partur av skúlanum.

Í Skúlanum á Fløtum fara komandi skúlaár at ganga um 775 næmingar í 0. – 9. flokki.

Bygnaðarliga er skúlin annars skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 við 30 næmingum og Lopfjølina við 10-12 næmingum. Skúlin er deildarbýttur í grunddeild, miðdeild, hádeild og tvær serdeildir. Frá komandi skúlaári húsast Skúlin á Fløtum trimum støðum: serskúlatilboðið á Landavegnum, lopfjølin í Margarinfabrikkini og við Hans Andriasar gøtu á Fløtum har frítíðarskúli, grund-, mið- og hádeild húsast. 

Lønar- og setanartreytir

Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 
Størvini eru sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til reginm@saf.fo, merkt “Starv, Lærari” í seinasta lagi mánadagin 25. mai kl 12:00.

Nærri fæst at vita um starvið hjá Regini Marnersyni á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.