Leys størv

Lærarar til Fuglafjarðar skúla

 

Lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august 2019:

1. Søkt verður eftir lærara vegna barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum 19. august 2019 til 1. desember 2019. Starvið er fulla tíð.

Tørvur er á lærara, ið hevur førleika at undirvísa í enskum, støddfrøði og alis- og evnafrøði. Somuleiðis skal viðkomandi vera flokslærari í 9. flokki.

2. Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020 vegna lærara, ið er í farloyvi. Starvið er fulla tíð.

Tørvur er á lærara, ið hevur førleika at undirvísa í lívfrøði, arbeiðir innan serøkið og verður ein partur av serstovu og førleikatoyminum.

3. Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020 vegna lærara, ið er í farloyvi. Endaliga tímatalið verður ásett 1. sept. 2019.

Tørvur er á lærara, ið kann undirvísa í føroyskum, ítrótti, kann arbeiða innan serøkið, vera ein partur av byrjanardeildini og undirvísingini fyri tvímæltum næmingum.

4. Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019/2020 vegna avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett 1. sept. 2019.

Tørvur er á lærara, ið hevur førleika at undirvísa í enskum, støddfrøði, alis- og evnafrøði, týskum og heimkunnleika.

Umráðandi er, at lærarar eru sinnaðir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva og at menna skúlan.

Førleikakrøv

Útbúgving: Fólkaskúlalærari.

Útbúgving ella royndir sum serlærari, AKT ella orðblindalærari er ein fyrimunur. 

Lønar- og setanartreytir

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni kl. 12.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Í Fuglafjarðar skúla eru 271 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 27 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 2 námsfrøðiligir stuðlar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.