Tíðindi

Lærarar og næmingar savnast um føroyska dansin

Ein av uppgávunum hjá fólkaskúlanum er at bera kvæði og føroyska dansin víðari og leggja niður í næmingarnar.

19-01-2023

Føroyski dansurin er partur av okkara dýrabara mentanararvi, ið flestu okkara eru errin av. Ein av uppgávum okkara í fólkaskúlanum er at bera hesa mentanarperlu víðari og leggja niður í næmingarnar. Kortini kann vera trupult at kveikja áhugan hjá næmingum fyri føroyskum dansi.

Tað er av alstórum týdningi, at næmingarnir fáa góðar og jaligar kvæðaupplivingar, um vit skulu kveikja áhugan at halda fram. Tí verður ein barnadansistevna fyri fólkaskúlanæmingar í Norðurlandahúsinum í februar. Stevnan er ætlað næmingum í 4.-7. flokki; har vera verkstovur við m.a. dansispølum, kvæðasøgum, spurnakappingum og Kvæða-Talent.

Stevnan var fullteknað um miðjan juli við fleiri enn 400 næmingum, minni enn ein mánað eftir, at tilmeldingin kom út, og nú standa fleiri á bíðilista. Hetta vísir okkum, at lærarar taka væl ímóti kvæðatiltakinum, ið er ein serstøk uppliving fyri næmingarnar.

Skipað hevur verið fyri kvæðahugna, har lærarar úr øllum landinum vóru bodnir. Hugskotið er sprottið úr einum kvæðaskeiði fyri lærarar við Gjógv, har áhugi vísti seg at vera fyri einum slíkum kvøldi.

Endamálið var at geva lærarum høvi at savnast um føroyska dansin, miðla kvæðaundirvísing, at hugna okkum saman og styrkja felagsskapin millum kvæðaáhugaðar lærarar kring landið. Eisini fingu vit við hesum tiltakinum byrjað dansiveturin á ein góðan hátt; hugkveikt og klár til kvæðaundirvísingina fyri framman.

Vit hava fingið sett andlit á fleiri av teimum, ið vilja raðfesta føroyskan dans, og kunnu nú bera stóru rúgvuna av hugskotum og undirvísingartilfari, vit liggja inni við, víðari.

Dentur var lagdur á, at hetta var kvæðaHUGNI, og tiltakið var skipað soleiðis, at øll kundu vera við, kvæðakempur sum óroynd. Har var dansað, sungið, kvøðið og flent, og saman við øllum hesum fingu vit ein góðan bita til matna.

Fyri at dansurin skal eydnast væl, er tað umráðandi, at leiðslan setir fokus á hetta. Tá ið eldhugaðir lærarar vilja arbeiða við slíkum verkætlanum, hevur tað týdning, at leiðslan er viðspælari. Skúlin á Argjahamri hevur eitt kvæðatoymi við tveimum lærarum, har hvør teirra fær ein tíma um vikuna at skipa føroyska dansin í skúlanum. Hetta er ein stór hjálp til teirra, ið ikki kenna seg trygg at leiða dansin.

Í dag ber eisini til at bíleggja sær skeið frá Námi, har fyrilestrarhaldari kemur út í skúlan at geva lærarum undirvísingaramboð til føroyska dansin. Soleiðis fáa allir lærarar í skúlanum íblástur til undirvísingina og finna felags stev.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2022

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.