Tíðindi

Lærarar ikki samdir í, at tímatalið er ov høgt

- Í óðum verkum bara at stytta skúlaárið og skúladagin er ikki nøkur loysn, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

19. desember 2018

Í kjalarvørrinum á frágreiðingini, sum er skrivað um fólkaskúlan, og aðalorðaskiftinum á tingi um fólkaskúlan hevur stórur partur av kjakinum snúð seg um, hvussu langt skúlaárið og langir skúladagarnir skulu vera. Sambært formanni Føroya Lærarafelags er hetta avleitt av skúlakjakinum í Danmark. Stóra nýskipanin, sum varð sett í verk har fyri nøkrum árum síðan, hevði við sær, at skúladagurin varð longdur munandi; síðan eru myndugleikarnir komnir eftir, at skúladagurin er ov langur, og stig eru tikin nógva staðni at stytta dagin.

- Bara at kvetta til dømis tveir tímar av í innskúlingini, sum fleiri hava nevnt, uttan at vita um økta tímatalið hevur havt jaligt árin ella ikki er ikki nóg gott. Allir lærarar eru ikki samdir í, at skúladagurin er ov langur; nógvir lærarar í innskúlingini siga, at hesir tímarnir koma ógvuliga væl við og eru kærkomnir. Í grundini snýr tað seg um at hava eina fjøltáttaða og áhugaverda undirvísing. Lærarar í hádeildini, sum hava próvtøkulærugreinir, kæra sína neyð um, at teir hava ov fáar tímar til alt tað, teir skulu røkka sambært námsætlanunum. Í óðum verkum bara at stytta skúlaárið og skúladagin er ikki nøkur loysn. Tað er rætt, sum landsstýriskvinnan sigur, at fleiri tímar nýtast ikki at merkja betri undirvísing og betri dygd, og tað er rætt um talan er “um meira av tí sama”, men samstundis vita vit, at tímar skulu til, í summum førum nógvir tímar, og tí mugu vit hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit fara at skerja, sigur Herálvur Jacobsen.

Herálvur Jacobsen roknar við, at tímatalið verður tillagað í summum lærugreinum, og at lagt verður afturat í summum lærugreinum.

- Nógv verður tosað um, at handverk og list skulu hava fleiri tímar; skulu tey tað, má raðfestas øðrvísi. Sama hvat verður gjørt, so eigur hetta at verða væl grundað og ikki bara framt fyri at spara pengar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.