Tíðindi

Lærarar fyrireika næmingarnar sera ymiskt

Summir skúlar leggja stóran dent á, at næmingarnir læra at nýta telduna sum eitt amboð, teir læra at nýta google, so teir kunnu finna fram upplýsingar, ið teir ikki kenna.

9. apríl 2019

Síðan umleið 2006 hava vit upplivað ein næstan eksplosivan vøkstur av uttanhýsis eftirmetingum og royndum at stýra skúlanum frá politiskari síðu. Vit hava PISA-kanningar, landsroyndir og námsætlanir.

Tá úrslitið av fyrstu PISA-kanningini í Føroyum varð almannakunngjørt í desember 2007, fingu flest allir føroyingar ein hvøkk. Føroyski fólkaskúlin dumpaði, og føroysku næmingarnir vóru millum Meksiko og Bulgaria í lesing. Úrslitið av hesum var ein arbeiðsbólkur, ið gjørdi eitt tilmæli, ið vísti á, hvussu myndugleiki og skúlar kundu bøta um úrslitið framyvir. Millum annað vóru landsroyndirnar í tilmælinum, og tær vóru fyrstu ferð royndar í 2008.

Hvussu skúlar og lærarar fyrireika næmingar til landsroyndirnar, er so sera ymiskt. Summir skúlar leggja stóran dent á, at næmingarnir læra at nýta telduna sum eitt amboð, teir læra at nýta google, so teir kunnu finna fram upplýsingar, ið teir ikki kenna. Her hava nakrir skúlar sett tøkni á tímatalvuna, soleiðis at næmingarnir læra at nýta telduna og gerast tryggir við hana. Lærarar, ið undirvísa í tøkni, hava so givið næmingunum eina uppgávu, har teir t.d. skulu finna fram til heimsins størsta fugl ella finna myndir av fimm ymiskum fiskum.

Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, sigur, at tey fyrireika næmingarnar við at royna gamlar royndir, soleiðis at næmingarnir fáa eina fatan av, hvat tað inniber at vera til landsroynd. Eisini taka tey teldurnar fram av og á fyri at læra seg at logga á og royna síðuna roynd.skulin.fo. Jákup av Skarði metir, at hetta hevur stóran týdning fyri næmingarnar, so forrit og uppsetan ikki eru teimum fremmand.

Tó kemst ikki uttan um, at tað eru lærarar, ið undirvísa eftir royndini, altso undirvísa í tí, ið lærarin roknar við, verður spurt um til royndina. Hetta er sera óheppið, tí hetta kann føra við sær, at undirvísingarætlanin smalkar. Tá brúka lærarar ov nógva tíð at fyrireika næmingarnar upp á innihaldið í royndini, tí lærarar ynskja, at teirra næmingar klára seg væl til royndina. Hetta er ikki nøktandi, tí so er einki vunnið við royndunum. Vit mugu minnast til, at tá næmingarnir fara til landsroynd, hava teir ikki verið gjøgnum alt pensum. Tískil er tað eisini týdningarmikið, at teir vita, at tað er møguliga ikki alt, ið teir duga, og tað er eisini í lagi. Men vit mugu fyrireika næmingarnar so væl vit kunnu, so teir eru væl ílatnir til landsroyndinar, ið eru fyri framman.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.