Tíðindi


Lærarafelagið fegnast um úrslitið hjá Sjúkrarøktarfrøðifelagnum

- At Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fingu ein so góðan sáttmála, er ein sigur fyri øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag

22. november 2017

Formaður Føroya Lærarafelags fegnast saman við Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar um sáttmálan, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir skrivaðu undir mánakvøldið.

- Tað er at fegnast um, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið ein so góðan og í grundini óvæntaðan sáttmála; tær hava ført eitt vælskipað og hart stríð, og tað hevur givið úrslit. Høvdu sjúkrarøktarfrøðingarnir hinvegin tapt verkfallið, so hevði tað verið ein stórur smeitur fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum sum heild, sigur Herálvur Jacobsen.

Formaðurin í Lærarafelagnum vil vera við, at miðvísa stríðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur brotið siðvenjuna, at fyrsta semjan, sum kemur á borðið, er tað einasta rætta. Eitt, sum hevur sera stóran áhuga hjá Lærarafelagnum, eru greiðu ásetingarnar um førleikaviðbøtur, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið inn í sín sáttmála. Sum er fáa lærarar ongar viðbøtur yvirhøvur, hóast tað eru alt fleiri lærarar, sum hava drúgvar ískoytisútbúgvingar. Hetta eigur at síggjast aftur, heldur Herálvur Jacobsen.

- Tað eru lærarar, sum eru útbúnir á fleiri økjum, seinast støddfrøðivegleiðarar, sum telur 60 ECTS-stig, og tað eigur alt annað líka at síggjast aftur í lønini. Stórur partur av lærarunum í dag hava útbúgving á bachelorstøði; kortini sæst hetta ikki aftur í lønini. Øllum lærarum áttu at staðið í boði at uppstigað seg til bachelor og fingið løn hareftir; umframt áttu drúgvar starvsroyndir at talt við og flutt aðrar lærarar upp í løn. Tað hevði verið ein virðiligt loysn.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.