Tíðindi


Kynsmunurin í lesitíttleika størri í Føroyum enn í Danmark

Nýggja kanningin av lesivanunum, sum nýliga er almannakunngjørd, vísir, at rákið í Føroyum og Danmark er tað sama; børn lesa alsamt minni. Børn í Danmark lesa tó væl meiri enn børn í Føroyum.

30. apríl 2018

Børn lesa alsamt minni, men gentur lesa framvegis meiri enn dreingir, bæði í Føroyum og í Danmark; kynsmunurin í Danmark er tó minkaður samanborið við eldri kanningar, ikki tí at dreingir lesa meiri, men tí at gentur lesa minni. Hyggja vit at bólkinum av næmingum í Føroyum, sum lesa ofta bøkur í frítíðini, tað vil siga lesa fleiri ferðir um vikuna, so er stórur munur á kynsbýtinum í Danmark samanborið við í Føroyum. Av gentunum í Danmark, sum lesa, eru 68 % fleiri í bólkinum, børn, sum lesa ofta, tað vil siga ídnir lesarar. Gera vit somu samanbering fyri dreingirnar, so er munurin uppaftur størri; tað eru tvífalt so nógvir dreingir í Danmark í bólkinum børn, sum lesa ofta, samanborið við í Føroyum. Við øðrum orðum er kynsmunurin væl størri í Føroyum enn hann er í Danmark. Vit síggja í kanningini týðiligt samband millum stóra nýtslu av talgildum miðlum og lítlan áhuga at lesa.

Er fólkaskúlin ein gentuskúli?

Javnan kyknar kjak um, hvørt fólkaskúlin er vorðin ein meiri gentuvinarligur skúli enn ein skúli, sum møtir dreingjunum út frá teimum fortreytum, teir hava. Kanningin av lesivanunum staðfestir, at tað er ikki einki um hetta, at skúlin møtir gentunum betur samanborið við dreingirnar, og at hetta er týðiligari í Føroyum enn í Danmark; dreingir eru eftirbátur ikki bara, tá ið talan er um at lesa, men eisini á øðrum økjum við, til dømis fáa teir minni hjálp til skúlating, teir hava eina verri fatan av skúlanum og lærarum enn gentur, teimum dámar verri at ganga í skúla enn gentur og so framvegis. Ivaleyst er hesin spurningurin meiri samansettur enn so; ein hugsan kann vera, at virðini í samfelagnum eru meiri í samsvari við tað genturnar standa fyri; onkursvegna tykist tað meiri í lagi, í øllum førum vanligari, at dreingir ikki tíma at lesa ella ganga í skúla, enn at gentur ikki tíma. Í og við at hugburðurin er, at tað er í lagi, at dreingir ikki tíma at lesa, so verður tað eisini góðtikið, at soleiðis er tað bara.

Kynsmunur ger seg eisini galdandi, tá ið talan er um skúlating; mamman er tann, sum hjálpir børnum sínum við skúlatingum meiri enn pápin, og gentan er tann, sum fær oftari hjálp til skúlating samanborið við dreingin. Eisini tá ið talan er um sjálvsmyndina er kynsmunur; gentur lesa meiri, men tær meta seg duga á leið líka væl at lesa sum aðrir næmingar. Dreingir hinvegin lesa minni og tíma ikki at lesa, gera minni skúlating, men teir meta seg duga betur at lesa enn hini. Í svarunum hjá lærarum sæst eisini aftur, at teir hava annan hugburð til dreingir enn gentur; hugburðurin til dreingir er negativari, og teir meta, at dreingir duga verri enn gentur. Hetta speglast so aftur í hugburðinum hjá dreingjum, sum siga seg hava verri viðurskifti við læraran enn gentur hava. Við øðrum orðum er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri enn millum læraran og gentunæmingin; fatanin hjá dreingjum av lærarum, skúlanum og læring verður váttað av svarunum hjá lærarunum, stutt sagt er sambandið millum læraran og dreingjanæmingin verri. Sjálvsmyndin hjá dreingjum skalast tó ikki av hesum; teir meta seg duga betur, enn lærarin heldur teir duga.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.