Tíðindi

Kunnu børn veruliga fáa ADHD-eyðkenni av at hyggja ov nógv í sjónvarp?

Fyri nógvum árum síðan søgdu granskarar, at lítil børn, sum hyggja nógv í skíggja ella sjónvarp, kunnu fáa trupulleikar, tá ið tey gerast eldri. Men nú eru aðrir granskarar komnir til aðra niðurstøðu.

25.06.2021

Nógv vaksin stúra fyri, at børn hyggja ov nógv í sjónvarp ella í skíggjar, so sum teldil ella telefon. Í 2004 kunngjørdu amerikanskir granskarar eina dapra niðurstøðu. Teir høvdu kannað sjónvarpsvanar hjá 2600 lítlum børnum í aldrinum eitt til trý ár.

Somu børnini vórðu aftur kannað, tá ið tey vóru sjey ára gomul, og tá staðfestu granskararnir, at ov nógv sjónvarp ella ov nógvir skíggjar er ikki gott fyri børn. Jú fleiri tímar um dagin børn hyggja í sjónvarp, størri eru sannlíkindini fyri, at fáa tey trupulleikar, tá ið tey gerast eldri. Tey fingu mangan eyðkenni, sum minna um ADHD ella aðrar trupulleikar við at hugsavna seg.

Men nú hava aðrir amerikanskir granskarar hugt nærri at granskingini, tað er somu kanning frá 2004, og teir eru komnir fram til tað øvuta, nevniliga at børn ikki fáa trupulleikar av at hyggja ov nógv í sjónvarp.

Ymsir máta at meta

− Vit hava funnið út av, at tað eru eingi prógv fyri, at sjónvarp einsamalt kann vera orsøkin til ADHD ella aðrar trupulleikar viðvíkjandi hugsavnan hjá lítlum børnum, sigur Wallace Dixon Junior í einum tíðindaskrivi. Hann er ein av granskarunum, sum hava staðið fyri kanningini.

So hvussu ber tað til, at gransking av somu børnum kann koma til so ymisk svar?

Tað snýr seg um mátan at rokna seg fram til svarið.

Granskingin tekur eitt nú støði í spurnakanningum. Foreldur hava til dømis svarað spurningum um, hvusso ofta børn síggja sjónvarp. Tá ið granskarar vilja finna út av, um tað at hyggja í sjónvarp er vandamikið, mugu teir rokna tað út. Og tað eru nógvir ymiskir mátar at rokna hetta út.

Flestu roknistykkini vísa tað sama

Í 2004 brúktu granskararnir ein ávísan máta at rokna. Nýggja kanningin hinvegin hevur roknað tølini av nýggjum. Til samans hava granskararnir nýtt 848 mátar at rokna svarini út. Allar flestu av hesum roknistykkjunum vístu tað sama: nevniliga at tað at hyggja í sjónvarp ikki er skaðiligt fyri hugsavnanina hjá børnum. Tí siga granskararnir, at niðurstøðan í gomlu kanningini er skeiv. Dixon heldur, at foreldur, sum hava loyvt børnum sínum at hyggja nógv í sjónvarp, ikki longur nýtast at hava ringa samvitsku.

Broytingar í heilanum

Men gransking av børnum og skíggjum endar neyvan enn. Aðrir granskarar hava hugt at myndum av heilanum hjá børnum. Teir hava funnið út av, at heilin hjá børnum, sum hyggja nógv í sjónvarp, er øðrvísi samanborið við hjá børnum, sum ikki hyggja nógv í sjónvarp.

Ruud van der Weel er granskari við Universitetið NTNU í Tróndheimi. Hann heldur, at heilin sleppur at mennast meiri, tá ið børn sleppa at gera annað enn at hyggja í sjónvarp.

– Tá ið børn eru lítil, tørvar teimum at gera sær royndir við at klatra, brúka sansirnar og annað, sigur hann við forskning.no.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.