Tíðindi


Kunngerðin um vegleiðing eigur at verða dagførd

Kunngerðin um skúlavegleiðing er frá 2010. Vegleiðarafelag Føroya metir, at hon er góð at hava, men av tí at hon kann tulkast ymiskt, er neyðugt at endurskoða hana og gera hana greiðari.

11. september 2017

Sambært kunngerðini er arbeiðið hjá vegleiðarum rættiliga rúgvismikið.
- Tað er trupult at arbeiða eftir kunngerðini, tí hon fevnir so víða, hon er ov ógreið og ikki nóg ítøkilig, og tíðin at gera alt tað, sum hon leggur upp til, røkkur als ikki til. Uppgávurnar hjá vegleiðaranum eru so umfatandi og nógvar, at á stórum skúlum kundi vegleiðarin sum einki arbeitt fulla tíð burturav við vegleiðing, um allir næmingar skulu røkkast, sigur Ester Poulsen, forkvinna í Vegleiðarafelag Føroya.

Annað, ið liggur á láni, er at gera undirvísingartilfar í vegleiðing og námsætlan.
- Tað hevur líka stóran týdning at gera undirvísingartilfar um vegleiðing, sum tað hevur týdning at gera undirvísingartilfar til aðrar lærugreinir. Og tað er alneyðugt, at hetta verður raðfest.

Vantandi undirvísingartilfar til skúlavegleiðingina, á føroyskum máli og sum er tillagað føroysk viðurskifti, hevur við sær, at skúlavegleiðarar hava ongan felags leist at arbeiða eftir. Hetta er eisini orsøk til, at ymiskt er, hvørjar førleikar næmingarnir ogna sær.

Hyggja vit til grannalond okkara, síggja vit, at flest øll teirra hava orðað vegleiðandi lesiætlan til skúla- og lestrarvegleiðingina. Lesiætlanin ásetir mál fyri, hvørjar førleikar og hvørja vitan um útbúgving og arbeiðslív, næmingarnir eiga at ogna sær í hvørjum skúlaári. Kanningar, gjørdar í hesum londum, vísa, at uttan vegleiðandi lesiætlan og skipað viðurskifti í vegleiðingini er trupult at geva næmingunum førleikarnar, sum krevjast, tá tú skalt velja útbúgvingarleið. Í Føroyum er ongin vegleiðandi lesiætlan gjørd til skúlavegleiðingina í fólkaskúlanum. Hetta er aftur ein orsøk til vantandi felags leist í vegleiðingini, og av tí sama eisini ein orsøk til, at føroyskir næmingar javnan velja ”skeiva” lestrarleið.

Les eisini: http://skulabladid.fo/ra%C3%B0festa-sk%C3%BAlaveglei%C3%B0ingina-og-samstarva-um-felags-uppg%C3%A1vur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.