Tíðindi

KT-vørðir eru tiknir sum gíslar

Mentamálaráðið hevur sovið, meðan kt er flogið fram innan skúlans gátt.

15.12.2017

Nevndin í KT-varðafelagnum hevur í mong ár víst á tørvin at skipa arbeiðsuppgávuna, ið løgd verður til kt-vørðirnar í fólkaskúlanum.

Av fyrstan tíð (1999-2003) skipaði Mentamálaráðið tvær útbúgvingar, ið báðar bygdu á hugtakið, “røkt av teldu”. Ætlanin var, at kt-vørðir skuldu duga at loysa lokalu teldutrupulleikarnar heldur enn at boðsenda dýrum kt-fyritøkum til arbeiðið – t.e. at spara. Ikki var nógv nýhugsan tá, tó at partur av útbúgvingini eisini var, at kt-vørðurin skuldi undirvísa.

Nú er telduútbúnaðurin so umfatandi, at Mentamálaráðið skumpar “røkt av teldu” yvir á kommunurnar, t.e. aftur ein sparing.

Nevndin í KT-varðafelagnum hevur sent Mentamálaráðnum trý skriv (í tíðarskeiðinum 2002 til 2015), ið lýsa arbeiðstíð og arbeiðsuppgávu, so hvørt sum kt-økið er broytt innan skúlans gátt. Vit hava eisini víst á, at skal sparast, so skal ikki klípast av øllum, men greitt boðast frá, hvørjum øki kt-vørðurin ikki skal arbeiða við.

Samstundis hevur KT-varðafelagið upp í saman sett ynski fram um, at Mentamálaráðið kallar til fundar at práta um arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur.

Eitt samskifti um arbeiðstíð og arbeiðsuppgávur innan kt-økið hevur við sær, at vit kunnu orða nýggja kt-varðaútbúgving og greiða týdningin og tørvin á styttri skeiðum.

Tíverri tykist tað, sum nýtir Mentamálaráðið kt-vørðirnar sum gíslar, nú illa gongst hjá Mentamálaráðnum at samskifta við kommunurnar um “røkt av teldu”.

Heldur enn hesa gíslatøku kundi verið lagt upp til uppbyggjandi prát um aktuella kt-økið. Hvat vilja vit? Hvat ynskja vit fyri næmingarnar? Hvat ynskja vit fyri lærararnar? Hvussu tryggja vit okkum, at kt verður gagnnýtt á fullgóðan hátt – har kt er natúrligt amboð í undirvísingargongdini?

Kt-vørðurin skal kenna útgerðina og duga at stuðla næmingum og lærarum at nýta kt á skynsaman hátt. Tí má í hvussu er ein partur av røktini fella til kt-vørðin – um tað so er Mentamálaráðið ella kommunan, ið rindar.

Mentamálaráðið hevur sovið, meðan kt er flogið fram innan skúlans gátt. Kt-vørðir hava av hesum runnið millum lærarar, næmingar og kt-tól fyri at fáa sum best burturúr. Nú er nokk runnið fyri einki!

Seinasta útspælið av Hoyvíksvegnum – hesa ferð frá Próvstovuni – er, at nýggj, talgild skipan skal nýtast til jólaroyndina í ár. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist at trýsta á nakran samskiftisknapp, at KT-varðafelagið t.d. varð kallað til kunnandi fund og soleiðis kundi gjørt sítt til, at kt-vørðir vóru klárir til uppgávuna.

Hetta kemur aftur at tilgongdini, vit hava til Office 365 og í ávísan mun eisini til Vitanet. Øki, ið eisini skulu rúmast í arbeiðsdegnum hjá kt-vørðinum, leiðslunum, lærarunum og næmingunum.

KT-varðafelagið ynskir framstig innan kt-økið í fólkaskúlanum. Skulu framstig vera møgulig, má samskifti vera millum Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag og KT-varðafelagið um átøk, arbeiðsbyrðu, arbeiðstíð, skeið og útbúgving.

Við vón um skynsama kt-nýtslu.

Fyri nevndina í KT-varðafelagnum,
Jákup av Skarði, formaður


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.