Tíðindi

Kringvarpið raðfestir ikki upprunaføroyskt tilfar til børn nóg høgt

- Av tí at tær føroysku sendingarnar hava ov lítla senditíð, er tað so øgiliga nógv lættari hjá børnum ella foreldrum at fara á YouTube ella netið eftir undirhaldi, sigur Eyð Steinbjørnsdóttir, MA-lesandi á Føroyamálsdeildini

25. juni 2018

Kringvarp Føroya er okkara størsti mentanarberi; bæði útvarpið og sjónvarpið gera dygdargóðar sendingar til børn; Eyð Steinbjørnsdóttir heldur tó, at hesar sendingarnar eru alt ov fáar í tali, og at tær rúgva alt ov lítið í senditíðini hjá stovninum. Hon undrast á, at Kringvarpið ikki raðfestir upprunaføroyskt tilfar til børn hægri.

- Av tí at tær føroysku sendingarnar hava ov lítla senditíð, er tað so øgiliga nógv lættari hjá børnum ella foreldrum at fara á YouTube ella netið. Tær føroysku sendingarnar á heimasíðuni eru bara tøkar stutt tíðarskeið, tí upphavsrættindini eru avmarkað. Tú skalt veruliga fylgja við fyri at fáa tær við, og tú skalt vera tilvitað um týdningin av at tað er umráðandi at børnini síggja upprunaføroyskt tilfar. Tí er tað ikki so løgið, at kappingin um hyggjararnar verður ójøvn; eg hoyrdi ongar tilsipingar til nakra sending, sum Kringvarpið ger, í prátinum og málinum hjá børnunum, ið eg havi eygleitt.

Fleiri av sendingunum hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum eru nonverbalar, so sum Pingu, Bernhard, L fyri lomb og Timmi tíð.

- Nonverbalar sendingar stimbra kanska okkurt annað, men tær hava ikki positiva ávirkan á orðfeingið ella málmenningina; hinvegin hava sendingar, sum hava til endamáls at læra børn ávís orð og hugtøk, góða ávirkan á orðfeingið. Eg rokni við, at hesa nonverbalu sendingarnar eru bíligari at senda samanborið við, at sendingarnar skulu tillagast og týðast, og at tað er orsøkin til, at tær eru so nógvar í tali; onkur av sendingunum verður send tríggjar ferðir um vikuna, og nærum alt verður endursent fleiri ferðir; tí er vavið av tilfari til børn, ið kann stimbra málmenningina, sera lítið. Kringvarpið átti í størri mun at ráðført seg við fakfólk, tá ið talan er um málmenning hjá børnum. Nýggja sendingin til smábørn Vinus og Vimús er ógvuliga góð, tí hon leggur dent á, at børnini hoyra orð og hugtøk, men ein sending av hesum slag er bara ikki nóg mikið. Dygdin hevur nógv at siga, men tað hevur vavið ella talið á sendingum sanniliga eisini; tað er so øgiliga skjótt, at børnini hava hugt at øllum føroysku sendingunum. Tað skal fígging til at framleiða gott tilfar; hevur tú fíggjarligt rásarúm, stimbrar tað kreativitetin, og so kunnu hópin av spennandi sendingum koma burturúr. Hetta snýr seg í grundini um tilvit og raðfesting.

Eyð Steinbjørnsdóttir er í holt við MA-ritgerð á Føroyamálsdeildini, har hon kannar, hvussu ávirkar tað málið hjá børnum, at tey fáa nógv íkast á øðrum máli enn føroyskum, frá tí tey eru pinkubørn. Les samrøðu við hana í Skúlablaðnum, sum júst er komið.

Les samrøðuna við Eyð Steinbjørnsdóttur í seinasta Skúlablað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.