Tíðindi

Kreativir vitanardeplar kring landið

Eyðun Gaard tekur undir við tankanum um, at vitanardeplar kundu verið gjørdir úti um landið í samstarvi við skúlaleiðslurnar og í tøttum samstarvi við bæði Nám og Námsvísindadeildina.

2. september 2020

- Innihaldsliga kunnu hesir vitanardeplar hava røtur í tí, sum gongur fyri seg á staðnum. Dømi kundi verið, at  í Klaksvík kundu Tekniski skúli og Skúlin á Skúlatrøð umframt Húsarhaldsskúlin, saman við mentanarøkinum í býnum, skipað og staðið fyri menningini av lærugreinunum í handaverki og list. Við í hesum toyminum skulu Nám og Námsvísindadeildin vera, soleiðis at skilja, at tá tú vendir tær til vitanardepilin, fært tú íblástur og skeið við øllum tí, sum hevur við júst hetta fakøkið at gera. Annar vitanardepilin kundi verið í Sandoynni, har vit nú hava ein eftirskúla við jørð og mold, samstundis sum vinnulívið og landbúnaðurin roynir nýggjar leiðir við Veltuni. Soleiðis kundu vit eisini farið til Suðuroyar, har ítróttarháskúli, langhylur og innandurahøll geva bestu fortreytir fyri at byggja eina serstaka vitan upp, ið fólkaskúlin heilt vist kann gagnnýta, siga Katrin og Eyðun um vitanarøki, sum longu eru sjálvsøgd, meðan onnur skulu byggjast upp frá grundini.

- Ein tílíkur depil skal verða við til at tryggja, at allir lærarar í øllum undirvísingarverkinum fáa atgongd til nýggjastu vitanina, nýggjar læru- og undirvísingargongdir og virka fyri at skapa fortreytir, soleiðis at vit fáa eitt fakligt netverk sett á stovn, sum á ymiskan hátt arbeiðir fyri at styrkja og at varpa ljós á allar tær handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin og sipar til Anne Bamford, sum var her í landinum og kannaði listaliga fakøkið í skúlum og barnagørðum í 2012.

 - Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økini í handaligu lærugreinunum koma í samband við hvørt annað. Anne Bamford vísir á í kanning síni, at allastaðni síggja vit miðstøðir, deplar, og hon mælir til, at vit eisini eiga at gera hetta møguligt í Føroyum.

Í niðurstøðuni vísir Anne Bamford á sjey høvuðstilmæli. Í einum tilmæli verður víst á, at samstarv má setast í verk millum skúlarnar og ymisku feløgini og stovnarnar, sum arbeiða innan list og mentan.

Í Skúlablað nr 4, 2020, sum júst er komið, er drúgv grein við heitinum Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú! Hon er um støðuna hjá handaverki og list í fólkaskúlanum. Í greinini, sum Birgir Kruse hevur skrivað, hava fleiri eitt boð uppá, hví støðan er sum hon er, og hvat kann verða gjørt, soleiðis at hon vendur. Katrin Bech, verkætlanarleiðari á Námi, hevur kannað og kortlagt lærugreinina og borið saman við støðuna í øðrum londum.

Les alla greinina í blaðnum.

Mynd: Birgir Kruse

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.