Tíðindi


Kravd frálæra í fýra málum í fólkaskúlanum er skilagott

Her heima tykist hugburðurin vera, at einum nýtist ikki at hava lisið annað enn føroyskt og enskt. Tað heldur Hanna Jensen, løgtingskvinna

7. september 2017

Vit eiga at hyggja nærri at frálæruni í fremmandamálum í fólkaskúlanum. Tað heldur Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd Føroya Løgtings og miðnámsskúlalærari í fronskum.
- Føroyar eru eitt lítið málsøki, og bæði innan og uttan fyri skúlagátt hevur breið semja verið um, at vit hava brúk fyri at læra onnur mál fyri at luttaka og virka í altjóða samfelagnum og samstarva á jøvnum føti við onnur lond. Vit eru ein útjaðari, og eg vildi mett, at kravd frálæra í fýra málum í fólkaskúlanum er skilagott. Vit liva í einum norðurlendskum, evropeiskum og altjóða veruleika, og Føroyar taka lut í ymiskum samstørvum í ymiskum samanhangum. Hóast heimspolitiskt vald, vinnumøguleikar og rák broytast og ávirka okkara støðu til, hvørji mál vit eiga at leggja okkum eftir at læra, so skerst ikki burtur, at vit hava nakrar aldargamlar siðvenjur og politisk og mentanarlig sambond, sum vit mugu leggja upp fyri eisini. Landafrøðiliga eru vit partur av Norðurlondum, og søguliga, mentanarliga og politiskt liggja vit tætt upp at Danmark. Tað hevur tí verið natúrligt fyri okkum at læra danskt, sigur Hanna Jensen, men leggur afturat, at tað er gleðiligt, at so gott sum alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum nú er á føroyskum.
Hóast meginparturin av undirvísingartilfarinum í miðnámi framvegis danskt, eru næmingarnir verri fyri í donskum, tá ið tey byrja á miðnámi, samanborið við áður; tað hevur týdning, at vit halda fast í einari grundleggjandi og umfevnandi frálæru í okkara móðurmáli, tí tað er við til at styrkja okkara málsligu fatan av øðrum fremmandamálum.

Tøl frá Kringvarpi Føroya vísa, at gongdin er greið; meðan 759 næmingar valdu týskt skúlaárið 2012-13, valdu bert 374 næmingar týskt hetta skúlaárið. Stóra niðurgongdin merkir, at tað er torført at halda fast í tí natúrliga stigvøkstrinum á málførleikamenningini, og færri næmingar fáa nú týskt sum framhaldsmál í miðnámi. Eitt annað úrslit er sambært Hannu, at tað er torført at bjóða út týskt sum framhaldsmál í miðnámsskipanini, tí tað eru ikki nóg nógvir næmingar til ein flokk. Tað ávirkar eisini førleikan at byrja upp á tey nýggju málini í miðnámi, at færri næmingar nú hava lisið týskt frammanundan.

Lesið samrøðuna við Hannu Jensen í Skúlablaðnum, sum kom í august.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.