Tíðindi

Krabbarnir 10 ár á baki

Í ár eru 10 ár liðin, síðan fyrstu lættlesibøkurnar í krabbarøðini komu; í hesum sambandi koma 6 nýggjar upprunaføroyskar krabbabøkur, harav tríggjar eru faktabøkur.

14.09.2018

Tær 6 nýggju krabbabøkurnar eru Eg vil heim og Mina, hvør eri eg? sum Lydia Didriksen hevur skrivað; Trina Gaard hevur myndprýtt ta fyrru og Edward Fuglø ta seinnu. Tvær faktabøkur um djór, Eg og mítt kelidýr, hundur og Eg og mítt kelidýr, ketta; Beinta Johannessen hevur skrivað báðar. Veður, sum Hanus Kjølbro hevur skrivað, og Katrin í Toftum, sum Ingun Christensen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá myndprýtt.

Krabbabøkurnar eru ikki færri enn 283 bøkur í tali; harav eru 33 upprunaføroyskar. Bøkurnar eru í 7 torleikastigum, har gulur er lættasti krabbin og gráur er torførasti krabbin; til fýra tey lættastu torleikastigini eru uppgávur. Lesifrøðingur viðger allar bøkurnar, eins og uppgávurnar.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva bøkurnar út í felag. Forløgini tóku stig til hesar lættlesirøðina, tí lærarar sóknaðust eftir bókum, sum vóru lættari at lesa enn tær, sum tá vóru tøkar. Í úrvalinum av krabbabókum eru alt slag av bókum; bøkur um vinalag og happing, kærleika og sorg, bøkur um børn, sum hava serlig áhugamál, skemtibøkur, ræðubøkur, krimibøkur og faktabøkur um alskyns evni. Serliga tær upprunaføroysku bøkurnar eru millum best umtóktu og mest seldu bøkurnar.

Í dag verður tiltak í Rit & ráki í SMS í sambandi við útgávurnar og føðingardagin.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.