Tíðindi

Korona sett ferð á talgilda undirvísing

Í dag eru tríggjar ferðir so nógvir brúkarar á office365-pallinum um dagin, sum undan koronaskúlanum, sum var í fjør vár

04.03.2021

Koronaskúlin setti av álvara ferð á talgilda undirvísing ella undirvísing á netinum, sum tað eisini verður rópt. Nám umsitur office365-pallin, WISEflow og aðrar pallar fyri skúlaverkið. Áðrenn tíðarskeiðið við koronaskúlanum vóru okkurt um 600 brúkarar dagliga innritaðir á office365, sum er talgildi pallurin, ið fólkaskúlin nýtir. Í tíðarskeiðnum, meðan skúlarnir vóru afturlatnir í mars-apríl í fjør, fór talið upp á 5000 um dagin. Fyrstu tíðina skúlarnir lótu uppaftur, var eisini nógv nýtsla; í dag er nýtslan minkað nógv aftur, til umleið 1000-1500 brúkarar um dagin, sum er ein trífalding av tí, sum tað var áðrenn koronu.

- Hvat ítøkiliga amboðini verða brúkt til, vita vit ikki rættiliga; vit síggja bara, at nýtslan á office-pallinum er farin upp, og at tað er ein størri eftirspurningur eftir ávísum talgildum amboðum, sigur Tóri Slættalíð, KT-ráðgevi í Námi.

Stórur partur í arbeiðinum hjá Tóri Slættalíð er at læra fólk upp at nýta talgilda pallin Teams. Í koronatíðarskeiðnum hevði hann nógv skeið fyri lærarum; í fyrstani var størsti tørvurin at læra lærarar at nýta Teams.

- Fyrsta stigið at brúka Teams er at kenna forritið, og hvussu tað virkar; hetta hava vit brúkt nógva tíð uppá. Nú mugu vit ganga út frá, at rættiliga stórur partur av lærarafjølini hevur lært at brúka Teams og aðrar talgildar pallar; tí mugu vit taka næsta stigið, sum er at taka tann námsfrøðiliga partin inn. Eg rokni við, at skeiðini, sum Nám fer at hava í framtíðini, fara at leggja størri dent á tann námsfrøðiliga partin. Vit hava havt nøkur skeið, men undirtøkan hevur ikki verið stór; orsøkin kann vera ein ávís møði, at lærarar eru troyttir av talgildu undirvísingini og tí í løtuni ikki orka at sóknast eftir nýggjum amboðum.

Tann námsfrøðiliga uppgávan í talgildari undirvísing eigur at fylla meiri, heldur Tóri Slættalíð, men neyðturviliga ikki í skeiðum, sum verða hildin á Námi.

- Eftir mínum tykki er besti hátturin at seta kunningartøkni í verk at gera tað úti í skúlunum. Ein háttur er at gera tað í felagsskapi, har eitt ella fleiri akkersfólk eru, sum hava ábyrgdina at seta tað í verk. Nám kann vera við til at leggja lag á, eygleiða og ráðgeva. Tað gevur ikki nóg nógv at hava skeið fyri fáum fólkum, sum síðan fara út í skúlarnar at royna tað av, sum tey hava lært. Eitt, sum er hent síðstu tíðina, er nevniliga, at áhugin fyri júst tí námsfrøðiliga partinum av fjarundirvísing er veruliga vaktur. Vit skulu ikki hava kunningartøkni bara fyri at hava tað. Um kunningartøknin ikki gevur meiri enn vanlig undirvísing, soleiðis sum vit kenna hana, er lítil nytta í at hava hana, ikki minst tá ið vit hava í huga, at við tøknini koma eisini nógvar avbjóðingar.

Koronaskúlin hevur av álvara varpað ljós á tørvin á førleikamenning í talgildari undirvísing. Henda førleikamenningin nýtist ikki at vera ein eftirútbúgving, heldur Tóri Slættalíð.

- Eg síggi fyri mær, at vit seta í verk kt-førleikamenning í ymsum lærugreinum. Tað kundi verið í føroyskum at byrja við. Førleikamenning gevur mest, um hon fer fram í skúlunum; har kunnu lærararnir samskifta alla tíðina um tað, sum fer fram, teir læra av hvørjum øðrum, kunnu royna ymiskt saman og eftirmeta og so framvegis.

Les alla samrøðu við Tór Slættalíð í Skúlablað nr 1, 2021, sum júst er komið.

Mynd: Birgir Kruse

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.