Tíðindi

Kom við á ráðstevnu

Ráðstevnan er skipað við fyrilestrum og verkstovum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

01.03.2019

Á fyrsta sinni í skjótt hundrað ár verður norðurlendsk ráðstevna hildin í Føroyum. Talan er um ráðstevnuna ”Saman flyta vit fjøll”, ið er ætlað øllum, ið arbeiða við børnum og ungum. Ráðstevnan er skipað við fyrilestrum og verkstovum. Móttøka verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 25. apríl; sjálv ráðstevnan er 26. og 27. apríl á Hotel Føroyum.

Ráðstevnan hevur millum annað hetta at bjóða:

Mads Johan Øgaard úr Norra.

Mads Johan stríðist við tal- og orðblindni. Hóast hesar trupulleikar hevur hann tikið bachelor í serundirvísing. Hann arbeiðir sum teknari og filmsteknari og heldur sjálvur, at tal- og orðblindni hava styrkt hesar førleikar. Ein serstakliga áhugaverd verkstova, har tú fært at vita, hvussu tað kann ávirka barna- og ungdómslívið, tá ið man stríðist við tal- og orðblindni, frá einum verkstovuhaldara, ið hevur royndir við hesum.

Niina Juntila úr Finnlandi.

Niina er adjunktur í útbúgvingarsálarfrøði. Hon hevur seinastu árini arbeitt við børnum og ungum, ið líða av einsemi, og hvønn týdning og hvørja ávirkan hetta hevur á lív teirra. Á verkstovuni verður arbeitt við, hvussu vit stuðla hesum børnum og ungu í at varðveita verandi sambond og at skapa nýggj.

Lopfjølin úr Føroyum.

Lopfjølin er eitt samstarv millum Barnaverndartænastuna, Margarinfabrikkina og fólkaskúlan. Lopfjølin er eitt tilboð til børn og ung við ymiskum sosialum avbjóðingum. Á ráðstevnuni verður verkstova, ið lýsir, hvussu hetta arbeiðið hevur ment seg, og hvørja ávirkan tað hevur á tey børn og ungu, ið eru knýtt at tilboðnum.

Hetta eru bara brellbitar av tí, ið ráðstevnan hevur at bjóða. Fá meiri kunning við at vitja heimasíðuna www.nfsp-konferencen.com. Har liggur eisini eitt leinki til faldaran.

Ráðstevnan er norðurlendskt samstarv, ið NFSP skipar fyri. Vanliga eru luttakarar úr fleiri Norðurlondum við, og soleiðis verður eisini hesa ferð. Norðurlendsku starvsfelagarnir hava víst ráðstevnuni stóran áhuga, og tað fegnast vit um.

Vónandi vera eisini nógvir føroyingar at hitta á ráðstevnuni. Eins og tað er áhugavert hjá okkum her á landi at hitta starvsfelagar uttaneftir, fegnast hesir eisini um møguleikan at koma henda vegin at hoyra og síggja okkum, sum starvast í Føroyum. Her er møguleiki at finna samstørv yvir um landamørk. Tað hevur mangan verið ein stórur fyrimunur at hava samband við starvsfólk í ymsum Norðurlondum, bæði tá talan er um samstarv millum okkum vaksnu, men eisini, um ynskiligt er, at næmingar/børn læra at samstarva við børn úr øðrum londum.

Undirvísingarstýrið hevur verið jaligt í okkara samstarvi; tey hava játtað 110 lærarum og stuðlum/starvsfólkum luttøku á ráðstevnuni. Lærarar og starvsfólk í skúlunum, ið ynskja at koma á ráðstevnu, mugu tekna seg umvegis leiðsluna. Onnur tekna seg á heimasíðuni www.nfsp-konferencen.com.

Tilmeldingarfreistin er longd til 2. mars. Vónandi verða nógv føroysk andlit at síggja á Hotel Føroyum 26. og 27. apríl til ráðstevnuna ”saman flyta vit fjøll”.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.