Tíðindi

Kom og telva

Hósdagin 17. mai kl. 16:00 verður tilfarið talvundirvísing Kom og telva lagt fram í Námi.

15.05.2018

Kom og telva er talvlærutilfar á grundstigi. Bókaheildin, sum fevnir um eina grundbók og tvey uppgávuhefti, er ætlað til undirvísing í fólkaskúlum og talvfeløgum – men er eisini væl egnað til sjálvlæru heima við hús.

Tað er Helgi Dam Ziska í hevur skrivað bøkurnar. Helgi er føddur í Havn í 1990 og hevur verið Føroya fremsti telvari síðan 2007. Í 2016 ognaði hann sær heitið sum stórmeistari í talvi. Hetta er lívlangt heiti, sum á leið 1500 telvarar í heiminum bera, og føroyingar ikki áður hava rokkið. Fyri avrikið varð Helgi valdur til ársins telvara í Norðurlondum árið 2016.

Grundbókin er býtt upp í 40 frálærutímar. Fyrstu 15 tímarnir venda sær til óroynda telvaran við frágreiðingum um grundreglurnar í talvspælinum. Sum tímarnir líða, verður innihaldið tó stigvíst meira avbjóðandi. Næmingurin lærir, hvussu hann eigur at byrja eitt talv, hvussu hann setir eitt álop í verk, og hvussu hann fremur skák og mát fleiri leikir fram. Kom og telva er so statt talvlæra til bæði byrjaran og tann roynda talvnæmingin.

Uppgávur hoyra til á leið helvtina av frálærutímunum. Hesar skulu verða loystar í uppgávuheftunum – Kom og telva I (s. 1-52) og Kom og telva II (s. 53-106). Svarlisti til uppgávurnar er í grundbókini.

Bøkurnar fást til keyps á Bókamiðsøluni og í bókahandlunum frá hósdegnum 17. mai. Grundbókin kostar 198,- kr., og uppgávuheftini kosta 68,- kr.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.