Tíðindi

Kjakmentan á tímatalvuna

- Eg haldi, at tað hevur týdning at bjóða næmingunum av í teirra sjónarmiðum. Hetta gevur góða venjing í at læra at grundgeva fyri sínum meiningum, og eisini tað at halda seg til okkurt, sum í teirra høvdi kanska er tápuligt, sum tey víðgongdu sjónarmiðini ofta kunnu tykjast, sigur Ingi Wiberg, lærari í Skúlanum á Giljanesi.

21.05.2019

At læra næmingar at kjakast og grundgeva fyri tí, teir meina, er undirskilt í nógvum lærugreinum, men kanska er kjak meira ítøkiligt sett á skrá í samfelagsfrøði, hóast tað ikki er eitt krav í fólkaskúlanum. Hvussu skapa lærarar so eitt tilvit um hetta; tað vil siga at kjakast virðiliga og sømiliga og ikki minst at grundgeva?

Vit hava sett Inga Wiberg, lærara í skúlanum á Giljanesi, stevnu fyri at hoyra um hansara royndir og sjónarmið hesum viðvíkjandi. Ingi undirvísir tveimum 8. flokkum í samfelagsfrøði.

- Eitt, sum eg tilvitað havi gjørt alla tíðina, tá ið talan er um kjakmentanina, er, at hvørja ferð næmingar svara einum spurningi, so lofti eg spurninginum og spyrji; jamen, hvat nú um? Hvat meinar tú við? Hví sigur tú so? Tað stutta svarið er, at sjálvt um tað er rætt, so er tað ikki nokk. Tú kanst altíð dýpa, hvat tú meinar við. Í summum førum provokeri eg tey. Tey svara okkurt, so vendi eg tí og taki ekstremini hinumegin; jamen, er tað ikki eisini í lagi? Hetta, tí at bókin viðger evni, har tann etiski parturin eisini er ein partur av tí í mun til javnstøðu, lógarbrot og so framvegis. Eg haldi, at tað hevur týdning at bjóða næmingunum av í teirra sjónarmiðum. Hetta gevur góða venjing í at læra at grundgeva fyri sínum meiningum, og eisini tað at hava eina støðu til okkurt, sum í teirra høvdi kanska er tápuligt, sum tey víðgongdu sjónarmiðini ofta kunnu tykjast.

Ingi sigur, at hann sjáldan hevur eitt langt upplegg, sum tey bara sita og lurta eftir. Undirvísingin er meira interaktiv, har hann viðger eitthvørt og síðan kastar bóltin út til næmingarnar, fyri at fáa tey at svara aftur. Hann sigur, at hetta í flestu førum riggar væl, men at tað hevur týdning at lodda dýpið í flokkunum; riggar hetta eins væl í hesum flokkinum í dag, sum tað gjørdi í hinum flokkinum í gjár? Mentanin kann jú vera ymisk frá flokki til flokk.

- Í høvuðsheitum, haldi eg, at hetta at bjóða sjónarmiðunum hjá næmingum av, er ein fín venjing. Er tað so, at komið verður út á eitt síðuspor, so er hetta eisini ein venjing í, hvat er viðkomandi og ikki, leggur hann afturat.

Tá ið hugsað verður um týdningin av kjakmentanini í dag í mun til sosialar miðlar, og at tað í námsætlanini m.a. stendur, at næmingar skulu skilja, nær formligur og óformligur málburður er hóskandi, og at hugsast skal um atburðin á internetinum, bæði tá ið tað snýr seg um at verja seg sjálvan, og tá ið talan er um at vera tilvitaður um ikki at gera seg inn á onnur, leggur tú so dent á at læra næmingar, at teir, tá ið teir kjakast, skulu duga at grundgeva og vita, hvat teir kjakast um, og at kjakið er sømiligt?

- Tá ið vit hava vant hetta á t.d. pallborðsfundum ella bara sum vanlig framløga og í viðmerkingum, leggi eg dent á, at evnið verður viðgjørt, og eisini, at tað er í lagi at vera ósamdur. Tað merkir ikki, at man hevur nakað ímóti hinum, so leingi man heldur seg til evnið. Ofta uppfata næmingar tað ymiskt at kjakast andlit til andlits og so á sosialum miðlum, har tað kann vera lætt at vera ófantaligur, kanska, tí tú ikki sært, hvussu tú rakar hin. Tískil royni eg at vísa á, at fortreytirnar eru tær somu, hóast pallurin er ein annar.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.