Tíðindi

Keða næmingarnir seg?

Flestu lærarar kenna til næmingar, sum keða seg. Ditte Dalum Christoffersen, granskari og lærari á læraraútbúgvingini í Roskilde í Danmark, hevur skrivað eina bók um keðsemi í skúlanum. Í bókini kemur hon inn á ymiskt, lærararnir kunnu gera fyri at koma keðsemi til lívs

25. januar 2019

Keðsemi smittar, og lærarar mugu taka næmingarnar, sum keða seg, í álvara fyri at koma keðsemi til lívs. Í gransking síni hevur hon fylgt næmingum frá 7. til 9. flokk og gjørt samrøður við teir um meiningsfulla skúlalívið.

Keðsemi kemur fyri alla staðni, og øll keða seg viðhvørt. Tað er vanligt, og tí verður keðsemi sæð sum grundtreyt í skúlanum eins og í lívinum. Kortini mugu lærarar taka keðsemi í álvara, heldur Ditte Dalum Christoffersen. Í gransking sínari møtti hon bæði næmingum og lærarum, sum keddu seg; hon undirstrikar, at hetta vóru bæði fryntligir og dugnaligir lærarar, sum vildu næmingum sínum tað besta, men lærararnir møttu ikki altíð næmingum sínum, har teir vóru, og tí høvdu teir ilt við at hjálpa teimum burtur úr keðseminum.

- Nógv vaksin halda, at keðsemi er ein persónligur trupulleiki. Tey siga ofta, at ”tað er gott at keða seg”, og ”tað er trupulleikin hjá næminginum, um hann keðir seg”, og ”teir mugu taka seg saman”. Tí hyggur tú sjáldan aftur um keðsemið, og hví børnini keða seg, sigur Ditte Dalum Christoffersen.

Í arbeiði sínum at lýsa keðsemi í skúlanum hevur Ditte Dalum Christoffersen greinað ítøkiliga keðsemið hjá fýra næmingum. Næmingarnir eru ymiskir, men felags fyri teir fýra er, at teir mangan ikki síggja meiningina í tí, teir skulu gera, og tí keða teir seg.

- Ein næmingur eftirlýsir til dømis eitt svar uppá, hví Margreta drotning tann fyrsta ”fyri hundrað árum síðan” er áhugaverd fyri hann. Onkuntíð kanst tú fyri at gera tað áhugavert venda spurninginum og spyrja, tí heldur tú, at tað er viðkomandi fyri teg at vita nakað um hana? Tú fært tveir tímar til at finna út av tí, sigur hon.

Hon vísir á, at dagsskráin hjá lærarum mangan er løgd til rættis eftir ávísum málum og ætlanum, soleiðis at tíð ikki er til næmingarnar at undrast. Eitt tað ringasta, tú sum lærari kanst svara, er í grundini at siga, at næmingarnir skulu læra nakað, tí teir skulu til próvtøku í tí.

- Teir sita í 7. flokki og fáa allir samstundis at vita ferð eftir ferð, at teir skulu læra nakað, tí tað er kravt at duga í 9. flokki. Hetta svarið er oyðileggjandi og demotiverandi, tí tað er ikki eitt svar. Tað gevur teimum ikki hug at læra, heldur hinvegin elvir tað til ótta ikki at læra.

Bókin eitur ””Hvad er meningen” Kedsomhed, angst og længsler i elevernes skoleliv”.

Kelda: folkeskolen.dk

Savnsmynd: Rannvá Egholm


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.