Tíðindi

Karmurin um arbeiðsdagin

- Mær dámar væl at leggja greiðar karmar um arbeiðsdagin. Mær dámar ikki hugtakið, eitt markleyst arbeiði, sum millum annað er, at arbeiðsplássið gevur tær eina teldu heim við, og so skalt tú bara arbeiða altíð

23.08.2017

Nýggi stjórin í Skúlanum á Fløtum, Regin Marnersson, sigur, at mann skal ikki vera tøkur altíð. Mann hevur eina arbeiðstíð og eina frítíð, og tað er sera týdningarmikið.

- Lærarastarvið er kanska serliga útsett. Ímynda tær, at onkur kundi funnið upp á at ringt til kommunulæknan eftir Dag & Viku um kvøldið fyri at tosa um ein svull á stórutá. Eingin hevði funnið upp á tað – ikki ein!

Regin Marnersson ivast ikki í, at fólk bíða til klokkan átta morgunin eftir at ringja til læknan, tá ið hann hevur viðtalu, men mest sum eingin fírir fyri at ringja til ein lærara eftir Dag & Viku.

Nýggi skúlastjórin á Fløtum heldur, at tað ræður um at koma innaftur til ein sjónligan karm.

- Vit vita frá kanningum, bæði hjá lærarafelagnum her heima og lærarastarvinum rundan um okkum, at stressniveau'ið er hægri hjá lærarum enn hjá fleiri øðrum starvsbólkum.

Regin Marnersson pástendur, at tað eisini hongur saman við hesum markleysa arbeiðinum, at mann altíð skal vera tøkur.

- Nei! Tað skalt tú ikki! Og tað royni eg sum leiðari at signalera. Eg eri til arbeiðis, eg eri á skrivstovuni, og tað er í einum ávísum tíðarkarmi, sum eg vil hava er sjónligur, og um mann vil hava fatur á mær eina skeiva tíð, so brúkar mann eitt amboð sum til dømis ein mail. So kann eg svara, tá ið eg eri aftur til arbeiðis.

Kortini er ikki sagt, at mann ikki kann vera eitt sindur fleksibul viðhvørt.

- Tað er deiligt at kunna fleksa í mun til gerandisdagin, sigur nýggi stjórin í Skúlanum á Fløtum.

Regin Marnersson er farin frá sum stjóri á Námi, stovninum undir Mentamálaráðnum, ið veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið.

Í roynd og veru søkti hann ikki stjórastarvið á Fløtum í fyrsta umfari, tí hann setti gongd á fleiri verkætlanir hjá Námi. Onkur er longu flotað, eitt nú postskipanin. Tað, sum gjørdi, at hann ikki søkti í fyrsta umfari, var í høvuðsheitum, at tær talgildu royndirnar hava gingið so illa. Hann vildi ikki fara, fyrr enn hann hevði fingið tað upp á pláss. Men tá ið tað er sagt, so er stjórastarvið í Skúlanum á Fløtum eitt starv, sum Regin Marnersson heldur vera allarmest avbjóðandi og mest spennandi í øllum skúlaverkinum.

- Mær dámar so væl at hava við fólk at gera.

Regin Marnersson hevur við nógv fólk at gera, tí hann er vorðin stjóri í landsins størsta skúla við yvir 800 næmingum, og hann gleðir seg at savna allar tær mongu eindirnar í skúlanum í eina stóra eind í Skúlanum á Fløtum.

Myndin:

Regin Marnersson, nýggi stjórin í Skúlanum á Fløtum í Havn, situr her í eindini á Frælsinum, einari av teimum mongu eindunum í Føroya størsta skúla

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.