Tíðindi

Karakterøðin í føroysku skúlunum

Sum lærari á miðnámi er ikki óvanligt, at ein av fyrstu spurningunum hjá næmingum er: “Fáa vit karakter fyri hetta?” Tey seinnu árini havi eg undrast á henda spurning, tí eg haldi, at tað týdningarmesta er, at næmingar koma í skúla fyri at læra. Tekur tú eitt kjak við næmingar um hetta at ganga í skúla, so er tað sera umráðandi fyri teir, at teir fáa góðar karakterir. Tað er ikki undarligt, tí líka síðan teir vóru 12-13 ára gamlir, hava teir fingið karakterir. Tórður Johannesarson, miðnámsskúlalærari, skrivar

16.12.2019

Tað er ógvuliga skjótt, at næmingar fáa fyrstu metini í fólkaskúlanum. Í summum skúlum brúka tey enn karakterbók. Talan er ikki um tøl, men um orðingar sum avbera gott, gott, miðal o.s.fr. Næmingar kunnu skjótt fara at identifisera seg við met, og teir kunnu finna upp á at samanbera metini. Tí er ivasamt, hvussu skilagott tað er við hesum karakterbókum.

Í fólkaskúlalógini stendur, at næmingar skulu hava tvey støðumet og eitt ársmet í 8. flokki, 9. flokki og 10. flokki. Tey seinnu árini eru flestu fólkaskúlar farnir at geva støðumet og ársmet longu í 7. flokki, og grundgevingin er, at næmingarnir skulu venja seg við karakterir. Hetta er vorðin siðvenja, og í summum skúlum verða næmingar so smátt vandir við karakterir longu í 6. flokki. Tað skal eisini viðmerkjast, at tað eru skúlar í Føroyum, sum ikki geva støðumet og ársmet fyrr enn í 8. flokki, sum kunngerðin eisini sigur. Her er eitt yvirlit yvir støðumet og ársmet:

Fólkaskúlin

7. flokkur

8. flokkur

9. flokkur

Ein næmingur hevur í miðal einar 11 lærugreinir frá 7.-9. flokk. Hann fær fleiri met í ymiskum lærugreinum, t.d. bæði í munnligum og skrivligum.

33 støðumet og ársmet

35 støðumet og ársmet

35 støðumet og ársmet

Sum sæst, fær næmingurin 103 støðumet og ársmet tey trý árini.

Innlatingar og royndir í fólkaskúlanum

Sambært námsætlanini verður ikki tilskilað, hvussu nógvar innlatingar næmingarnir í fólkaskúlanum skulu hava. Í roynd og veru er tað upp til einstøku lærararnar at gera av, hvussu nógvar innlatingar eru. Eg havi spurt meg fyri hjá lærarum úr ymiskum skúlum, og eri komin til hesi tøl:

Fólkaskúlin

7. flokkur

8. flokkur

9. flokkur

Innlatingar gjøgnum árini

20 innlatingar

30 innlatingar

30 innlatingar

Tað vil siga, at um ein lærari gevur karakterir fyri innlatingarnar, so fær næmingurin 80 karakterir fyri tær tey trý árini. Flestu fólkaskúlalærarar, sum eg havi tosað við, geva bæði karakterir og viðmerkingar fyri avrikini. Summir geva bara viðmerkingar.

Fólkaskúlanæmingar skulu eisini til royndir tey trý árini. Skúlarnir hava jólaroyndir, várroyndir, ársroyndir og próvtøkur.

Fólkaskúlin

7. flokkur

8. flokkur

9. flokkur

Royndir

 

24 karakterir

24 karakterir

Fleiri skúlar hava ikki jólaroynd og várroynd í 7. flokki. Tað vil siga, at næmingurin fær 48 karakterir fyri royndir í 8. og 9. flokki.

Til samans fær ein fólkaskúlanæmingur í miðal 231 karakterir tey trý árini. Uppi í hesum talinum eru ikki karakterir fyri munnlig avrik, til dømis framløgur, so talið er nógv hægri.

Innlatingar og royndir á miðnámsskúlunum

Allir miðnámsskúlar (gymnasialt miðnám) í Føroyum geva tvey støðumet og eitt ársmet. Í mun til fólkaskúlan er tað upp til rektararnar á skúlunum at gera av, hvørt teir vilja hava fleiri enn eitt støðumet.

Miðnám

1.g

2.g

3.g

Ein næmingur hevur í miðal einar 14 lærugreinir frá 1.g til 3.g. Hann fær fleiri met í ymiskum lærugreinum, t.d. bæði í munnligum og skrivligum.

32 støðumet og ársmet

34 støðumet og ársmet

33 støðumet og ársmet

 

Næmingar á miðnámi hava eisini innlatingar:

Miðnám

1.g

2.g

3.g

Innlatingar gjøgnum árini

40 innlatingar

40 innlatingar

24 innlatingar

Eins og lærarar í fólkaskúlanum geva fleiri lærarar á miðnámi bæði karakterir og viðmerkingar fyri allar innlatingar. Miðnámsskúlanæmingar ganga eisini til royndir, skriva breytaruppgávu, breytarverkætlan o.s.fr.:

Miðnám

1.g

2.g

3.g

Royndir, breytaruppgáva, breytarverkætlan

3

 

4

14

Í teimum trimum árunum er sannlíkt, at ein næmingur á miðnámi fær 224 karakterir. Karakterir fyri munnligar framløgur eru ikki taldir við. Tað vil siga, at ein næmingur, ið hevur gingið seks ár í skúla, fær meir enn 450 karakterir.

Hvat gera karakterir við næmingarnar?

Gransking av ungdómi vísir, at tey ungu trívast ikki so væl í skúlunum. Tey eru strongd og mistrívast, tí at tey alla tíðina skulu prógva fyri læraranum, hvat tey duga, og tí at tey m.a. stremba eftir høgum próvtølum. Fyri at fáa høg próvtøl, velja tey ungu tær lættastu uppgávurnar.

Í 2015 vísir Morten Mikkelsen á, at kanning hjá Tanju Miller, sum undirvísir á UC Nordjylland, staðfestir, at fleiri lærarar royna at brúka próvtøl námsfrøðiliga í teirri vón, at próvtølini fara at ávirka atferðina. (Miðnámsrit nr. 10). Sambært Tanju er hetta eitt váðaverk, tí at næmingarnir eru ymiskir og hava ymiskar royndir. Hon vísir á, at fyri summar næmingar virkar eitt vánaligt próvtal motiverandi. Aðrir kenna eitt vánaligt próvtal sum eitt brennimerki, ið teir ongantíð sleppa av við. Hvør skal siga: “Um eg fái eitt 2-tal, so eri eg verdur eitt 2-tal!” Tá er lítið vunnið. Tanja Miller mælir til, at hesi støðumetini, sum næmingar fáa í árinum, mugu broytast til metingar- og vegleiðarasamrøður. Hon og fleiri onnur halda, at næmingar bara skulu hava karakterir, tá ið teir hava verið til royndir og próvtøkur.

Hví eru tey ungu so upptikin av karakterum?

Næmingar á framhaldsdeild stremba eftir teimum høgu karakterunum, so at teir sleppa á miðnám, verður sagt. Hetta gevur ikki meining, tí nú á døgum sleppa næstan øll inn á miðnám.

Á miðnámi vilja næmingar sleppa á hægri lærustovnar, verður sagt. Tað vísir seg tó, at hetta er yvirdrivið, tí í flestu førum eru miðalgóð próvtøl nóg mikið til at sleppa at lesa víðari.

Tað verður eisini ført fram, at lærarar siga, at teir geva karakterir, tí at næmingarnir vilja hava tað so. Her mugu vit lærarar ikki geva eftir, tí gransking vísir, at vit mugu flyta fokus frá karakterum til læring, og at hjá summum næmingum forða karakterir fyri læringini.

Ein onnur orsøk til, at tey ungu vilja hava karakterir fyri alt, kann vera, at foreldur teirra krevja tað fyri at vita, hvussu børn teirra eru fyri. Í hesum fara foreldrini skeiv, tí lærarar hvørki kunnu ella skulu geva met fyri at boða frá, hvussu næmingarnir standa seg í eini læringargongd.

Karakterfrí undirvísing

Tað verður onkuntíð ført fram, at karakterir eru tað einasta, sum vit hava at halda okkum til. Hetta er ikki rætt, tí at onkur miðnámsskúli hevur roynt at hava karakterfría undirvísing á onkrari breyt í eitt tíðarskeið, t.d. fram til februar á fyrsta ári. Á Handilsskúlanum var vanligt at hava karakterfría undirvísing alt árið, men lærarar góvu eitt støðumet í februar og eitt ársmet. Hetta riggaði ómetaliga væl. Í staðin fyri at geva støðumet skipaði læraratoymið fyri samrøðum um, hvørjar styrkir og avbjóðingar næmingarnir høvdu. Sjálvsagt spurdu næmingar, hvussu gekst teimum, og tá svaraðu lærarar uttan at nevna eitt próvtal. Næmingar fingu heldur ikki karakterir fyri innlatingar, men bara viðmerkingar. Á henda hátt flutti alt læraratoymið fokus frá karakterum til læring.

Skúlin køvir læring við at geva so nógvar karakterir

Í kjakinum um tøkni í skúlunum er ein av høvuðsgrundgevingunum, at skúlin skal endurspegla samfelagið; men í arbeiðslívinum fáa vit ikki karakterir.

Vit eiga heldur at hugsa um næmingar, ið hava serligar avbjóðingar, t.d. fakliga veikar næmingar og næmingar við innlæringartrupulleikum. Tað kann ikki vera stuttligt hjá slíkum næmingum at fáa lágar karakterir, og teir koma skjótt til ta niðurstøðu, at tað er líka frægt at kasta frá sær. Hvussu er við introvertum næmingum? Hvussu ofta siga vit lærarar ikki við hesar tigandi næmingarnar, at teir mugu tosa meira? Men tað liggur ikki í teirra natúr.

Hesir næmingar, sum eg sipi til, gerast stóru tapararnir í dagsins skúlaverki, tí at karakterir eru ein eftirmeting, sum ikki passar til teirra. Kanska duga vit lærarar ov illa at seta okkum í støðuna hjá teimum, tí at flestu lærarar hava klárað seg rímiliga væl í skúlanum. Tað hoyrist ið hvussu er sjáldan, at teir hava klárað seg illa.

Tilmæli

Um vit skulu flyta fokus frá karakterum til læring, so eru myndugleikin, skúlaleiðslur og lærarar noydd til at fara undir eina tilgongd. Tað allarbesta hevði verið, at karakterfrí undirvísing var á allari hádeild og á miðnámi, men hetta er neyvan veruleikakent beint nú. Vit kundu tó minkað um karaktergevingina. Mentamálaráðið kundi broytt lógina viðvíkjandi støðumetum í fólkaskúlanum til eitt støðumet í 8. flokki og eitt støðumet í 9. flokki. Tað hevði gjørt, at minni fokus var á karakterunum.

Á miðnámi áttu næmingar bara at fingið eitt ársmet á fyrsta ári og havt karakterfría undirvísing. Á øðrum ári kundi verið karakterfrí undirvísing fram til jóla. Støðumet kundu verið givin í februar. Á triðja ári kundu næmingarnir bara fingið eitt støðumet og eitt ársmet; her kundu verið havdar næmingasamrøður.

Leiðslur og læraratoymi áttu í nógv størri mun havt karakterfría undirvísing bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Tað batar lítið, at einstakir lærarar skipa fyri karakterfríari undirvísing, tí at hesir kunnu enda sum skotskivur hjá næmingunum. Royndir vísa, at tað riggar best, um øll lyfta í felag.

Her eru nakrar greinir um eftirmeting, ið allar hava staðið í Miðnámsriti:

Meting í undirvísing og læring, 2014.
Kvalitativ eftirmeting, 2015.
Tann vakri váðin í útbúgving, 2016.
Kenn tína ávirkan – um sjónliga læring og John Hattie, 2016.
Etikkur í undirvísingini, 2016.
Tá ið samstarv kvalir kreativitet, 2017.
At læra induktivt ella deduktivt, 2017.
Próvtalsjagstran oyðileggur fakligheitina, 2017.
Afturmeldingar at menna læring, 2018.
At geva met – spurningurin er ikki hvussu, men hví, 2018.
Suðuroy sum karakterfrítt øki, 2018.
Stillir næmingar, 2018.
Øll kunnu læra at rokna, 2018.
Skerdur fuglur vitjar sjáldan høgar hæddir, 2018.

Tórður Johannesarson er lærari á Glasi. Greinin hevur staðið í Sosialinum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.