Tíðindi

Kapping endar við útgávu

Nú skúlaárið er við at enda, skipar Nám fyri skeiði í Finku, sum er nýtt undirvísingartilfar til annan flokk. Hetta tilfarið skal geva móðurmálslærugreinini nýtt flog. Andrea á Rípuni, næstforkvinna í Føroya Lærarafelag, skrivar

8. juni 2020

Tað serliga við hesum tilfarinum er, at í 2016 skrivaði Nám út kapping, til tess at fáa nýtt tilfar til vega, og fyri at fáa samband við nýggjar skúlabókahøvundar. Hesa kapping vann Marianna Skarðenni Poulsen, og úrslitið er nýtt tilfar, ið skal byggja brýr millum tað góða tilfarið um ljóðarbeiði, ið finst, og ta hollu lesingina, ið man vónandi nær í triðja flokki.

Sum vit vita, so hava nógvir lærarar nógv egið tilfar, sum ongantíð sær dagsins ljós, ella í hvørt fall ikki uttan fyri garðarnar hjá lærarum. Her var høvi hjá lærarum at senda tilfar inn, og so kundi ein útgáva spyrjast burturúr. Tað hevur mangan verið havt á lofti, at man kundi hugsað sær eitt savn av tilfari, sum lærarar hava gjørt sjálvir, men tað hevur tíverri ongantíð eydnast heilt. Tað hevur so ikki eydnast at fingið eitt felags fyri landið. Tað eru nógvir lærarar, ið starvast á einum skúla, ið deila tað tilfar, sum er gjørt, men hetta tilfarið røkkur ikki longri enn tað. Á ein ella annan hátt, so sýnist tað sum, at tað er í lagi at deila tilfar, um tað er innan fyri tryggar karmar. Kanska er man bangin fyri, at onkur feilur er í tilfarinum, ella at tað ikki er nóg gott, eg veit ikki. Lærarar eru eisini skjótir at peika á tað, ið eftir teirra hugsan ikki er nóg gott.

Hetta verður ikki skrivað, tí eg havi verið serliga røsk at deila tað tilfarið, ið eg havi gjørt, men heldur tí, at tað er áhugavert, og samstundis syrgiligt, at nógv gott tilfar ongantíð røkkur longur enn til innanhýsis brúk. Fyrstu fetini eru kanska, at Nám útskrivar enn eina kapping, so samband fæst við fleiri høvundar, ella at lærarar seta seg í samband við Nám, tí teir hava gott tilfar, ið møguliga kann gevast út.

Mín vón er, at lærarar áhaldandi fara at gera sítt egna undirvísingartilfar, og vónandi deila teir tað við onnur, so at so mong sum gjørligt kunnu fáa gleði av tí.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.