Tíðindi

Kappast um at vera besti skúlin í kongaríkinum

Kappingin setur sjóneykuna á nýhugsan í øllum skúlaviðurskiftum

27.04.2017

Føroyingar taka lut í nógvum donskum kappingum, og nú kunnu teir eisini taka lut í DM í skúlamenning 2017; eisini skúlar í Grønlandi kunnu taka lut. Hetta er komið í lag eftir, at umboð fyri Foreldrafelagið Heim & Skúla hava tikið lut á norðurlendskum fundi fyri foreldrafeløg.

Hvat er tað so, kappast verður um? Kappingin setur sjóneykuna á, hvussu arbeitt verður við at menna skúlan og skúlaumhvørvið. Hava tit tikið stig til nýggj tiltøk og átøk, ment nýggjar hættir at hugsa skúla, nýggjar hættir í samstarvi millum heim og skúla, samstarva tit við ítróttafeløg, listafólk og vinnulív, ella hava tit broytt bygnaðin í skúlanum og gerandisdegnum hjá næmingunum á øðrvísi hátt? Hesar og aðrar spurningar kunnu tit seta tykkum, tá ið tit gera av, um tit vilja taka lut í kappingini.

Kappingin er fyri allar fólkaskúlar í Danmark, Grønlandi og Føroyum; skúlarnir kunnu taka lut í einum ella fleiri menningartilgongdum.

Fimm vinnarar verða kosnir, og fyrsta virðisløn er kr 50.000. Tilmeldingin er opin og fer fram til 6. oktober. Sí http://dmskoleudvikling.dk/

Tað er danski systurfelagsskapurin hjá Heimi & Skúla, Skole og Forældre, sum skipar fyri kappingini. Í dómsnevndini sita umboð fyri næmingar, danska lærarafelagið, skúlaleiðarafelagið, Barna- og mentanarstjórafelagið umframt lærugreinaráðgevar í Kenslumálaráðnum í Danmark. Endamálið við kappingini er at varpa ljós á nýhugsan í fólkaskúlanum og at heiðra tey, sum ganga í fremstu røð at menna skúlan. DM i skoleudvikling, sum kappingin eitur, savnar inn og býtir út góðar fyrimyndir eins og vísir á tað, sum riggar væl í skúlanum.

Vinnararnir verða kosnir 17. november í ár.

Lesið meiri á: http://dmskoleudvikling.dk/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.