Tíðindi

Kanningar góð vitan at brúka í undirvísing

- Tað er ein vinningur fyri øll, at Námsvísindadeildin er partur av so mongum kanningum, tí tær eru mangan fakliga sera viðkomandi og verða eisini brúktar í undirvísingini. Á henda hátt fáa lesandi kanningarúrslitini inn í mergin og við sær út í fólkaskúlan, sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini

07.12.2020

Námsvísindadeildin hevur síðstu árini verið partur av fleiri kanningum, sum almennu skúlamyndugleikarnir antin hava tikið stig til ella eru partur av, seinast stóru happingarkanningini og PISA-kanningini. Úrslitini, frágreiðingarnar og tilmælini, sum verða gjørd burtur úr kanningunum, verða lagdar fram fyri teimum lesandi og eisin brúktar í undirvísingini á Námsvísindadeildini. Erla Olsen, dekanur, fegnast um, at Námsvísindadeildini er partur av slíkum kanningum.

- Í námsskeiðnum undirvísing og læring eru hesar kanningarnar kærkomnar; tað er altíð betri at taka støði í okkara egnu viðurskiftum heldur enn útlendskum kanningum. Og tá ið tað er so heppið, at summi teirra, sum hava verið við at gera kanningarnar, eisini undirvísa, so sigur tað seg sjálvt, at vit kunnu fáa nógv burturúr. Tað er ein vinningur fyri Námsvísindadeildina, men ikki minst fyri tey lesandi, tí tá tey fáa hollan kunnleika til kanningarnar í undirvísing og á annan hátt, so fáa tey tað, sum kanningarnar snúgva seg um, inn í mergin og við sær út í fólkaskúlan, tá ið tey fara at undirvísa, sigur dekanurin.

Onkuntíð hava ov mong lyndi til at seta spurnartekn við úrslit av kanningum, sum vit gera. Kanska hetta kemst av, at vit ikki kunna nóg væl um háttaløgini, sum vit brúka, og hetta eiga vit at bøta um, sigur Erla Olsen.

- Helst brynja vit ikki nóg væl tey lesandi og harvið lærararnar, sum fara út í fólkaskúlan, út til háttaløg, soleiðis at tey kenna fortreytirnar, tá ið tey síggja ella lesa eina kanning. Vita tey ikki, hvussu kanningin verður gjørd, so er so lætt at seta spurningar og sáa iva, um hon er álítandi. Vit royna alla tíðina at gera tað betur, og eg eri sannførd um, at framstig verða gjørd, men tað tekur tíð, áðrenn tey, sum læra háttaløg í kanningum á Námsvísindadeildini, eru so mikið nógv í tali, at rákið vendir og slær ígjøgnum. Skelkurin eftir PISA-undankanningina fyri so mongum árum síðani hevur ikki rættiliga lagt seg enn. Tað er harmiligt, at fólkaskúlin ikki tekur ímóti PISA-kanningunum og lesur kanningarnar fyri tað, tær eru. Tað er so harmiligt, at lærarar kenna seg hongdar út í kanningunum, tí tað er jú ikki tann einstaki skúlin ella næmingurin, sum er undir luppinum, men øll skipanin.

Les alla samrøðuna við Erlu Olsen í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.