Tíðindi

Kann vera vandamikið at boða frá happing

Næmingar kunnu hava munandi ávirkan á at steðga happing, men tað sær út til í kanningum aðrastaðni, at tað eru børn í relativt tryggari positión, sum siga lærara frá happing, tí tað kann vera vandamikið at siga frá.

8. august 2019

Vælmeinandi lærarar kunnu leggja upp til, at næmingar koma og boða frá happing, men vansin er, at lærarin hervið kann gerast viðskapari av, at nýggir næmingar verða happaðir. Til dømis tá tann, sum sigur frá, sjálvur kemur í ta støðu at verða happað/ur sum fylgja av at hava sagt frá. Hetta hongur saman við grundleggjandi kraftini í happing, nevniliga óttanum fyri útihýsing. Hetta kann vera ein av høvuðsorsøkunum til, at so fá boða frá um happing.

Í nýggju kanningini av happing, sum varð almannakunngjørd í mai, síggja vit, at 10% av teimum, sum eru happað og hava boðað frá hjá flokslæraranum, siga, at tað hjálpti. 6% siga, at tey hava boðað frá, men tað hjálpti ikki, meðan 11% siga, at tey ikki hava sagt frá. Tað eru flest gentur í 5. flokki (16%), ið siga frá, og tað hjálpti, meðan tað eru flest í 9. flokki (13%), ið ikki siga frá.

Hóast happing er eitt bólkafyribrigdi, og at tað í fleiri førum í kanningini vísir seg, at næmingar vita, at happing fer fram, bendir tað á, at tey, sum eru útsett fyri happing ikki halda, at nakar veit av tí.

Bert áleið 8% siga seg halda, at onnur vita tað, meðan 26% halda ikki, at nakar veit tað, ella vita ikki, um so er. Tað eru flest í 5. flokki, sum ikki halda, at nakar veit tað. Hetta kann tulkast sum, at fleiri av teimum, sum eru útsett fyri happing, ganga einsamøll við trupulleikanum. At ganga einsamallur við trupulleikanum og ikki kunna, tora, orka ella vilja deila tað við onkran kann gera, at næmingurin leitar eftir forkláring upp á trupulleikan í sær sjálvum ella gevur sær sjálvum skyldina.

Vit síggja í kanningini, at í 5. flokki eru bert 16 % av teimum, ið uppliva happing, sum yvirhøvur siga frá tí. Av teimum, sum hava sagt frá, og tað hjálpti, vóru tað 17%, ið søgdu tað ”við onkran vaksnan heima”, 10% søgdu tað við ”flokslæraran” og 8% søgdu tað við ”onkran annan, ið ikki er nevndur her”. Av teimum, sum siga, at tey hava boðað frá, men tað hjálpti ikki, eru tað 6%, ið søgdu tað við flokslæraran og 7%, ið søgdu tað við tann/tey, sum happaðu.

Hví siga næmingar ikki frá?

Tað er áhugavert at vita, hví næmingar ikki í størri mun, siga frá happing. Svarini á henda spurning vóru í høvuðsheitinum hesi:

- Gentur: eru bangnar fyri at siga frá, tær vita ikki hvønn tær skulu siga tað við, og lærarin ger einki kortini.

- Dreingirnir eru ikki eins avgjørdir sum genturnar, men siga at: teir klára tað sjálvir, vita ikki hvønn teir skulu siga tað við, lærarnir gera onki kortini, og dreingir ”gera okkurt annað”.

Í svarunum ”annað”, siga tey flestu, at tey tora ikki at siga tað, tey eru bangin, tey líta ikki á læraran, tey vilja ikki slatra, tað hjálpir onki allíkavæl, øll vita, at tað ikki riggar o.s.fr. Fleiri siga eisini mammu og babba.

Hjálparsloysið sær sostatt út til at vera umfatandi, tá tað snýr seg um at kunna og vilja siga frá happing hjá næmingunum. Næmingarnir vita í stóran mun ikki, hvønn teir skulu siga tað við, og teir eru eisini bangnir fyri at siga tað.

Tað var í mai, at nýggj kanning av happing í 5., 7. og 9. flokki var almannakunngjørd. Úrslitið vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Les happingarkanningina á mmr.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.