Tíðindi

Kann tað, sum telur, teljast?

Skúlin er politiskt fluttur inn í eina tíð, har alt meira skal teljast. Sum fylgja av hesum fær tað, sum ikki kann teljast, ikki so stórt pláss í skúlanum. Er hetta ein skúli, ið vit vilja hava? Eg ivist. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

1. apríl 2020

Ein av talveiðunum eru landsroyndirnar, sum hava meira enn 10 ár á baki. Tá landsroyndirnar hava verið so leingi, so eiga vit at vita, hvat vit tosa um, tá ið vit siga landsroynd. Men so er ikki. Tá eg spyrji, hví vit hava landsroyndir, so fái eg einki greitt og eintýtt svar. Tí eiga vit av álvara at umhugsa, hví vit yvirhøvur hava hesar royndirnar.

Landsroyndirnar eru úrslit av tilmælinum frá PISA-arbeiðsbólkinum í 2006. Eins og okkara norðurlendsku grannar, so upplivdu vit eisini Pisa-sjokkið, og sum fylgja av hesum lóggav løgtingið, at vit, eins og grannarnir, skuldu hava landsroyndir. Hvør neyva skúlapolitiska hugsanin var við landsroyndunum, veit eg ikki, men tað tykist sum um, at ein tanki var, at fleiri royndir hjálpa. Men hjálpa hvørjum?

Danir og norðmenn eru komnir á aðrar tankar um landsroyndirnar. Danski ráðharrin í skúlamálum hevur gjørt av, at nú kunnu skúlar sjálvir gera av, um teir vilja vera partur royndunum. Grannalondini hava brúkt nógva orku til at viðgera úrslitini og ávirkanina av landsroyndini, meðan landsroyndin hjá okkum mest hevur verið til at framleiða tøl. Tá grannalondini nú fara at ivast í, hvør nyttan er av royndini, so hava vit enn størri orsøk at meta um okkara landsroynd.

Ein atfinning av landsroyndini er, at hon stýrir ov nógv undirvísingini. Eitt hugtak frá granskingini av læraraarbeiði er “teaching to the test”. Tað vísir seg, at undirvísingin hjá læraranum verður bundin av próvtøkuni. Tað, sum næmingarnir skulu til próvtøku í, tað verður tað, sum lærarin leggur dent á í undirvísingini. Fleiri hava víst á, at landsroyndin hevur etið seg ov nógv inn á endamálið í lærugreinini. Nú er tað tað, sum kann vigast og teljast, ið hevur týdning, og tað ger seg inn á undirvísingina samanborið við aðrar týdningarmiklar partar av undirvísingini.

Tankin við landsroyndini tykist vera at tað at kanna ella viga næmingin, flokkin, skúlan ella árgangin í sjálvum sær gevur eitt betri úrslit hjá næminginum og ein betri skúla. Men so er ikki.

Um vit skulu hava landsroynd og kanningar, so mugu vit koppa arbeiðinum við hesum á høvdið; vit mugu brúka orkuna at arbeiða við úrslitunum, heldur enn sum nú, at øll orkan fer til at fyrireika royndina. Tað er eitt stórt hóvasták at fyrireika uppgávurnar, telduskipanina, skúlan, læraran og næmingin fyri at fáa royndarúrslitið. Men tá ið úrslitið er greitt, so var tað tað. Um arbeiði steðgar við úrslitinum, so er tað burturspilt. Tí um skúlin, lærarin og næmingurin skulu hava nakað burtur úr eini støðumeting, so er tað greiningararbeiði, ið verður gjørt út frá royndini, ið kann geva úrtøku.

Eg var og vitjaði ungdómstingið; har førdi eitt av umboðunum fram, at næmingarnir heldur vildu verða virðismettir enn mettir í skúlatíðini. Einstein er eisini endurgivin fyri at siga, at tað er ikki alt, sum kann teljast, sum telur, og ikki alt, sum telur, sum kann teljast. Hetta eiga vit at hava í huga, tá vit arbeiða við at menna børn og ungdóm í skúlanum.

Løgtingið hevur við lóg ásett, at vit skulu hava landsroyndirnar, og tað er tí eisini løgtingið, sum ger av, um tær skulu takast av. Eru vit ikki greið yvir, hví vit hava landsroyndirnar, so er betri, um vit taka tær av. Og um tær skulu hava lív lagað, so má vera greitt, hví vit hava landsroynd, og hvussu tær kunnu gagna læraranum og næminginum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.