Tíðindi

Kærkomin bók til tannáringin

Nýggja bókin Kroppur, kenslur og kynslív er handbók til tannáringin við upplýsingum um alt tað, sum hendir í hesum týdningarmikla tíðarskeiðinum í lívinum.

11.05.2016

Tú kanst lesa um kroppin og allar broytingarnar, sum henda, tá ið tú verður kynsbúgvin og fáa svara spurningum um sjálvsvirði, rættindi hjá børnum og ungum, um tað er vanligt, at pissilingar eru skeivir, hví er okkurt gentuligt ella dreingjaligt, hvussu ofta tað er í lagi at fleyga sær og mangt, mangt annað.

Tann fyrsta av sínum slag
Eingin slík bók hevur verið á føroyskum. Nathalie Simonsson, ið er ráðgevi í kynslívi, hevur skrivað bókini og Anna Dalsgaard, lærari, hevur týtt úr svenskum. Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur í Skúlanum á Fløtum í Havn, hevur ráðgivið í tilgongdini at týða og lagað bókina til føroyskt. Eisini hava onnur fakfólk ráðgivið og harumframt hava 4 ungfólk, tvær gentur og tveir dreingir, í aldrinum 15-18 ár lisið og viðmerkt. Tað er Føroya Lærarafelag, sum gevur út.

Frá 6. flokki og upp
Kroppur, kenslur og kynslív er væl egnað til teirra, ið eru á veg inn í kynsbúningarárini; tað vil siga gentuna og dreingin í 6. flokki og eldri. Sambært fólkaskúlalógini er heilsukunnleiki og seksualupplýsing eitt av kravdu undirvísingarevnunum, sum lærarar skulu undirvísa í.

Tey ungu siga:
”Endiliga ein bók sum hendan á føroyskum,” genta, 16 ár


“Eitt frálíkt íkast til normaliseringina av ymisleikanum!” drongur, 18 ár


”Eg veit meiri um meg sjálvan nú,” drongur, 17 ár


”Bókin er sera viðkomandi til ung í øllum aldrum,” genta, 15 ár


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.