Tíðindi

Javnvág má vera ímillum krøv og arbeiðsorku

Tað er ongin loyna, at tá ið talan er um sálarligt arbeiðsumhvørvi, eru føroysku arbeiðsplássini í stóran mun eftirbátar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13.12.2019

Í nevndini í Føroya Lærarafelag hava vit varnast, at vit javnan hoyra um lærarar, ið eru úti fyri likamligum og sálarligum hendingum, ið ávirka teirra arbeiðslív. Í hesum sambandi eru vit í holt við at endurskoða vegleiðingina Hóttanir og harðskapur móti lærarum - vegleiðandi mannagongdir. Vit hava eisini varnast, at tað meiri enn so kemur fyri, at lærarar verða sjúkrameldaðir vegna strongd.

Á álitisfólkadegnum greiddu umboð frá Arbeiðs -og brunaeftirlitinum frá um arbeiðsumhvørvi. Tey vístu á danskar kanningar, har arbeiðsumhvørvið hjá ymsu arbeiðsbólkunum er kannað. Annaðhvørt ár gera danir slíkar kanningar. Á henda hátt ber til at samanbera, hvussu arbeiðstakarar uppliva sítt arbeiðspláss.

Tað er ongin loyna, at tá ið talan er um sálarligt arbeiðsumhvørvi, eru føroysku arbeiðsplássini í stóran mun eftirbátar. Fólkaskúlin er einki undantak hesum viðvíkjandi. Tí kundi tað verið eitt hugskot at hugt at, hvat danir gera. Møguliga hava teirra royndir við at gera kanningar á arbeiðsplássunum givið teimum eina betri fatan av arbeiðsviðurskiftunum hjá ymsu arbeiðstakarunum.

Um vit hyggja at donsku tølunum, so hava lærarar eina greiða fatan av, hvør arbeiðsuppgávan er, og teir kenna seg tryggar í leiklutinum sum lærarar. Tá ið tað kemur til spurningin, um ein er ”kensluliga ávirkaður av arbeiðinum”, vísir tað seg, at tey, ið arbeiða við børnum, oftast eru kensluliga ávirkað av sínum arbeiði. Sammett við onnur arbeiðspláss lógu lærarar á øðrum plássi. Eisini tá ið talan er um arbeiðsorku, og hvørt arbeiðslívið tekur orku frá privatlívinum, liggja lærarar ovarlaga í kanningunum. Vit koma í stórt orkutrot, tá ið tað ikki er samsvar millum annaðhvørt arbeiðsbyrðu ella arbeiðsorku og arbeiðsuppgávuna. Hetta kann enda við, at vit verða sjúkrasmeldað við strongd. Orkan til at arbeiða er brúkt, og vit hava tí tørv á einum arbeiðssteðgi.

Kanningar á arbeiðsplássum kunnu geva okkum eina betri fatan av, hvussu arbeiðspláss upplivast, og í hvønn mun arbeiðsuppgáva, arbeiðsbyrða og arbeiðsorka samsvara. Eru tað viðurskifti á arbeiðsplássinum, ið kunnu betrast, geva slíkar kanningar eina betri fatan av, hvør trupulleikin er, og hvørjum arbeiðast kann við fyri at betra um umstøðurnar.

Eisini tá ið talan er um arbeiðstakara, ið verður sjúkrameldaður við strongd, sær tað út til, at danir hava funnið eina góða loysn upp á at fáa fólk smidligari aftur á arbeiðsmarknaðin. Eitt nú við umsorganarsamrøðum. Umsorganarsamrøður eru ætlaðar at hjálpa bæði leiðslum og lærarum at nágreina orsøkina og finna fram til møguligar loysnir, soleiðis at bæði lærari og leiðsla kenna seg trygg við støðuna og framhaldandi arbeiðinum.

Eg havi tosað við nakrar lærarar, ið hava verið sjúkrameldaðir við strongd orsakað av stórari/tungari arbeiðsbyrðu. Tá eg havi spurt, hvussu teir eru komnir aftur til arbeiðis, so skilji eg, at teir eru komnir aftur til arbeiðis eftir lokna sjúkramelding uttan stórvegis broytingar. Verða vit ovbyrjað av arbeiðinum, so er best, um tað, ið kennist tungt í arbeiðinum, broytist. Tí hevur tað týdning, at leiðslan hevur umsorganarsamrøðu við læraran, áðrenn hann/hon kemur aftur til arbeiðis. Eitt nú fyri at finna fram til, hvussu arbeiðið best kann tillagast ella broytast, soleiðis at lærarin ikki gerst sjúkur aftur.

Vónandi fara skúlar kring landið at taka væl ímóti endurskoðaðu útgávuni av Hóttanir og harðskapur móti lærarum - vegleiðandi mannagongdir. Eisini kunnu arbeiðsplássmetingar og umsorganarsamrøður vera ein góð hjálp til at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Øll ynskja vit ein góðan skúla til teirra, ið ferðast har dagliga.

Sjónarmið eftir Jonu Højsted í Skúlablað nr 6, 2019, sum júst er komið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.