Tíðindi


Játtið pengar til ”Kom og les”-átak

- Hetta er eitt átak, ið bæði umfatar upplestur, lesing og skriving og tos, sigur Ingun Christensen, rithøvundur.

31. januar 2018

Landsstýriskvinnan hevur lýst 2018 at vera ár fyri málmenning hjá børnum. Skuldi tú givið henni eini ráð um at framt eitthvørt, eitt tiltak, eitt átak, eina herferð, eina játtan til eitthvørt, hvat hevði tað verið og hví?

- At duga eitt mál til fulnar merkir, at tú dugir at tosa, lesa og skriva málið. Málmenning má tí umfata lesing, skriving, og hvussu vit tosa. Í altjóða høpi eru vit fá, ið duga at tosa, lesa og skriva føroyskt. Skal málið tí yvirliva, krevur tað, at vit verja tað so vítt møguligt ímóti ávirkanini uttanífrá. Tað gera vit m.a. við at framleiða føroyskt tilfar til skúlar, dagstovnar og samfelagið sum heild.

- Nógv ymiskt kundi verið gjørt í samband við málmenningina hjá børnum: Flest allar upprunaføroyskar bøkur taka støði í føroyskum viðurskiftum, sum føroysk børn kenna til og eisini í fleiri førum kenna seg aftur í. Eitt átak kundi tí verið at játta pening til eitt sokallað ”Kom og les”-átak, har høvundar fara út á skúlar/dagstovnar at lesa upp úr føroyskum upprunatilfari og annars tosa við børnini um søgurnar og kanska eisini um ymisk orð, ið koma fyri í søgunum – gomul/undarlig/stuttlig orð. Hetta er eitt átak, ið bæði umfatar upplestur (børnini hoyra málið), lesing og skriving (skúlanæmingar kunnu lesa søguna áðrenn vitjan og gera/skriva spurningar) og tos (samrøða millum høvund og børn/næmingar).

- Eisini kundi verið játtað peningur til høvundar at skriva ítøkiligt tilfar til eitt nú skúlabrúk. Í løtuni fáa høvundar onga tímaløn fyri at sita og skriva t.d. krabbabøkur, ið verða skrivaðar ítøkiligt til skúlabrúk og eru á ymiskum torleikastigum. Til ber sjálvandi at søkja um starvsløn, men tað er hjá nøkrum høvundum sum at vinna í happadrátti. Ein slík játtan hevði gjørt arbeiðsligu karmarnar munandi betri hjá føroyskum høvundum og øðrum, ið framleiða føroyskt tilfar til skúlabrúk. At hava føroyskt tilfar í skúlunum vil eg siga, er grundarlagið undir allari málmenning. 

- Átøk, sum eggja foreldrum til at lesa søgur fyri sínum børnum. Kanningar vísa, at upplestur fyri børnum frá tí, tey eru heilt lítil, mennir málið hjá barninum.

Eitt av endamálunum við árinum fyri málmenning er at fremja tilvitið um málmenning; hvat heldur tú skal til fyri at fremja tilvitið í almenninginum, á dagsstovunum, í skúlanum?

- Fyri at fremja tilvitið um málmenning innan skúla- og dagsstovnaøkið kundu fleiri pengar verið játtaðir til eitt nú (lesi)átøk, ið gera vart við tilfar/bøkur á føroyskum, ið bæði NÁM og Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) hava til taks. Hetta kundi verið átøk, sum hesir stovnar stóðu fyri hvør sær ella saman. Annað, ið eisini kundi verið gjørt, er at játta fleiri pengar til týðingar av skúlatilfari til føroyskt.

Ingun Christensen er rithøvundur og dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MáF. Seinastu árini hevur hon skrivað fleiri barnabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út. Eisini hevur hon luttikið í skriviskeiðum, sum eitt nú MáF hevur skipað fyri.

Skúlablaðið varpar ljós á málmenning í sambandi við, at landsstýriskvinnan við menta- og skúlamálum hevur sett árið at verða ár fyri málmenning hjá børnum.

Les eisini: 

http://www.skulabladid.fo/ein-millión-til-málmenning-er-alt-ov-l%C3%ADtið

http://www.skulabladid.fo/málmenning-hjá-børnum-–-eitt-stórt-øki-men-hvat-hevur-størstan-týdning

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.