Stabbamynd greinar

Játtan til fólkaskúlan og næmingatal í fólkaskúlanum

3. desember 2015

Myndin vísir barnatalið í fólkaskúlanum og gongdina í játtanini á fíggjarlógini til lønir í fólkaskúlanum. Talan er um vísitøl, og 2006 er sett til 100. Frá 2006 til 2010 er stórur vøkstur í játtanini til fólkaskúlan, men so steðgar vøksturin. Útrokningar úr Mentamálaráðnum siga, at við øktum eftirlønarútreiðslum og við einum prosenti í lønarhækkan, so hækka útreiðslurnar til fólkaskúlan við 5 mió. kr. um árið. Sæð burtur frá 2014 og 2+1515, so hevur játtanin til fólkaskúlan hvørki lagt upp fyri øktum pensjónsútreiðslum ella lønarhækkan. Vent á høvdið merkir tað, at játtanin er lækkað við minst 5 mió. kr. um árið.

Alment er ført fram, at tað er minking í barnatalinum, sum rættvísger, at játtanin til fólkaskúlan minkar. Men tað er ikki so, tí seinastu 8 árini hevur barnatalið í fólkaskúlanum verið tað sama.

Hetta er ein døpur mynd. Samstundis sum karmarnir gerast trengri og trengri, er virksemið í fólkaskúlanum økt, og alt fleiri uppgávur verða lagdar á fólkaskúlan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.