Tíðindi

Ivasamt um tað er rætt at skerja tímatalið í donskum

- Tað kann koma okkum aftur um brekku, um vit skerja danskt í fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.

02.01.2019

So leingi sum stórur partur av okkara ungfólki fer til Danmarkar at nema sær hægri útbúgving, er tað umráðandi at læra danskt til lítar. Tí eiga vit at læra danskt væl og virðiliga í fólkaskúlanum. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags. Danskt tykist tó mangan at vera tað fyrsta nógv hugsa at skerja, tá ið talan er um at taka tímar frá onkrari lærugrein; soleiðis hevur eisini verið, nú fólkaskúlin hevur verið á breddanum í aðalorðaskifti á tingi.

Áðrenn vit yvirhøvur fara í holt við fremmandamál, læra vit danskt; eftir mínum tykki skulu vit halda fast við, at vit skulu læra danskt væl og virðiliga. Vit eiga at vera ógvuliga varin at raðfesta danskt minni og taka tímar frá donskum. Enn er sera nógvur lesnaður á donskum, hóast nógv, serliga børn og ung, eru farin yvir til enskt, framvegis útbúgva ungfólk seg í nógv størstan mun í Danmark, og allar lærubøkurnar á miðnámi, uttan tær í føroyskum, eru á donskum. Umframt er tað sera hent at duga danskt til lítar í norðurlendskum høpi. Verður frálæran í donskum ein viðfáningur, missa vit tað, og enskt tekur yvir; tað fær avleiðingar fyri, hvussu vit klára okkum í norðurlendskum høpi, og tað fær avleiðingar fyri okkara førleikar at lesa og samskifta á donskum, tá ið vit skulu útbúgva okkum. Tað verður í øllum førum nógv truplari, sigur Herálvur Jacobsen.

- Stóra kanningin av lesivanunum hjá næmingum í 4., 6. og 9. flokki vísir, at danskt er yvirhálað av enskum; næmingar lesa nógv heldur enskt enn danskt, og næmingar taka til ensk orð, tá ið teir ikki finna føroysk orð. Kanningin, sum Eyð Steinbjørnsdóttir hevur gjørt av máltøkuni hjá børnum í 2-4 ára aldri á dagstovni stuðlar undir hetta. Danskt sløðist eitt sindur uppií hjá summum, men enskt hevur trokað seg nógv longri framat.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.