Tíðindi

Inklusjón í fólkaskúlanum á breddan

Seinni í hesum mánaðinum verður evnisdagur á Námsvísindadeildini um inklusjón í fólkaskúlanum. Eitt nú verða fyribilsniðurstøður í stórari føroyskari granskingarverkætlan lagdar fram

13.08.2021

Inklusjón og tann inkluderandi skúlin. Tað er evnið á evnisdegi 25. august. Námsvísindadeildin skipar fyri.

Evnisdagurin er býttur í tvey, har møguleiki er at luttaka antin fyrrapart ella seinnapart ella allan dagin.

Dagurin byrjar klokkan 10 við fyrilestrinum Eksklusión ella inkluderandi sernámsfrøði við Lotte Hedegaard-Sørensen. Síðan verður fyrilesturin Tey inkluderandi prinsippini í verki við Kirsten Baltzer. Seinnapartin er Frida Poulsen á skránni. Hon fer at leggja nakrar fyribilsniðurstøður frá granskingarverkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum fram. Eftir tað verður kjak og hugleiðingar í kjakbólkum, og dagurin endar við samanumtøku.

Tey, ið hava hug at taka lut, kunnu siga frá á Setrinum, áðrenn 19. august.

Um fyrilestrarhaldararnar:

Lotte Hedegaard-Sørensen, Ph. D. og lektari í sernámsfrøði og inklusión á Aarhus Universiteti, hevur granskað í lærararayrkinum í flokshølinum í einum spenni millum almenn- og sernámsfrøðilig læringsumhvørvi og hevur lagt seg eftir at granska, hvussu hetta arbeiðið hevur samband við størri samfelagsligar og mentanarligar karmar. Les meira um virksemið hjá Lotte Hedegaard-Sørensen á hesi leinki: http://pure.au.dk/portal/da/persons/lotte-hedegaardsoerensen(341bc091-d00e-4a6c-b517-88d3dfa0d351).html

Kirsten Baltzer, Ph.D. og lektor emerita í sernámsfrøði á Aarhus Universiteti, hevur granskað í menningini av inkluderandi undirvísing og skúla og hevur lagt seg eftir at granska í tillagaðari undirvísing, lærufrøðiligari frásjónargerð, stilassering og hjálp frá floksfeløgum. Kirsten Baltzer hevur luttikið í nógvum granskingarverkevnunum og hevur útgivið hópin av greinum og bókum. Nøkur nýggjari dømi eru:

Baltzer, K. (2015). Elever i komplicerede læringssituationer – et bud på en inkluderende specialpædagogik. Í Skibsted et al. (ritstj.) Undervisningsdifferentiering – Et princip møder praksis. Akademisk Forlag.

Baltzer, K. (2017). Stilladsering med empirisk sensititivet. Specialpædagogik 37: nr. 3-4.

Baltzer, K. (2019). Udfordrende undervisning. Aarhus Universitetsforlag.

Frida Poulsen, stud. Ph.D., cand.ped.ped.psyk. og fólkaskúlalærari hevur m.a. arbeitt sum fólkaskúlalærari og fulltrúi í Mentamálaráðnum og er í løtuni í gongd við Ph.D.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum, har kannað verður um og hvussu tann politiska visjónin um ein inkluderandi skúla sæst aftur í føroyska fólkaskúlanum. Fokusið er á tvístøður ella spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði. Granskað er út frá skrivligum tilfari, eygleiðingum og samrøðum við ymiskar aktørar í og kring fólkaskúlan.

Frida er innskrivað bæði á Danmarks Pedagogiska Universiteti og á Fróðskaparsetrinum og hevur arbeiðsstað á báðum universitetum. Sí annars leinki https://www.setur.fo/fo/setrid/starvsfolk/frida-poulsen/.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.