Tíðindi

Inklusjón uttan fakligheit dømd at miseydnast

- Skulu børn við autismu verða inkluderað í vanliga skúlan, so mugu starvsfólkini, sum eru rundan um barnið, hava góða fakliga vitan um autismu og tey amboð, ið nýtt verða til hesi børn, soleiðis at tey vita, hvat skal til, siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, autismuráðgevar.

26.03.2018

Vit kalla tað inklusjón, at øll sama hvønn tørv tey hava, eru partur av vanliga skúlanum. Í grundini eru børnini, ið ikki megna vanliga skúlan, inkluderað við at verða ekskluderað. Tað vil siga, at tey eru í flokkinum, men tey eru ikki partur av felagsskapinum. Soleiðis siga Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð, sum síðan 2015 hava virkað sum autismuráðgevar í almannaverkinum. Autismuráðgevarnir eru partur av Teirri góðu tilgongdini, sum er royndarverkætlan í almannaverkinum. Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra, serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikarnar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað. Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum. 

- Summi, ið hava autismu, vilja vera partur av felagsskapinum og megna tað fyri ein part, summi vilja ikki og orka heldur ikki. Summi velja ikki at taka lut í felags tiltøkum, til dømis tá ið jólahald er, tí tá er so nógvur ófriður. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tey við autismu orka og megna at vera partur av felagsskapinum, siga tær báðar.

Velur barnið, sum hevur autismu, altíð felagsskapin frá, er tað ikki inkluderað; velur barnið hinvegin vanliga at vera partur av felags tiltøkum og tí, sum fer fram í flokkinum, men bara onkuntíð ikki at taka lut, so kunnu vit siga, at tað er inkluderað. Tó við fyrivarni, tí børn við autismu kunnu kenna seg ógvuliga einsamøll, hóast tey at síggja til eru partur av felagsskapinum. Anja Djurhuus vísir á, at á ráðstevnuni um autismu, sum var í Føroyum í 2015, kom fram, at lærarar og foreldur mangan halda, at barnið, sum hevur autismu, trívist í fólkaskúlanum, men tá ið so barnið seinni verður spurt, so vísir tað seg als ikki so.

- Børn, hvørs foreldur og lærarar hava hildið, at tey trívast, hava seinni greitt frá, at tey øll skúlaárini kendu seg ógvuliga einsamøll; børn við autismu vita væl, at tey eru ikki líka sum hini. Vit vita, at tað er umráðandi hjá børnum, sum hava autismu, at vera saman við øðrum javnaldrum, sum ikki hava autismu, men tað er líka umráðandi at vera saman við børnum, sum hava somu avbjóðingar sum tey. Saman við sínum líkum kunnu tey vera sum tey eru. Tí er serskúli ella serflokkur tað rætta fyri summi.

Autismuráðgevarnir halda ikki, at fólkaskúlin er besta tilboðið til øll børn við autismu. Kanningar vísa, at nógv, sum hava autismu, hava stórar avbjóðingar av at vera partur av vanliga fólkaskúlanum.

- Vit kunnu spyrja, fyri hvønn tað er best, at børn við autismu eru partur av vanliga skúlanum. Gingu børnini hinvegin í einum serskúla, so var skúlin skipaður eftir tørvinum hjá børnunum, og tey høvdu lært at verið sosialt saman við øðrum. Í serskúlum hava tey sosialt samanspæl sum fak. Børn í vanligum flokkum duga natúrliga at vera saman, og tí kunnu vit loyva okkum at ivast í, hvussu nógv tey læra um sosialt samanspæl. Í slíkum føri hevur barnið við autismu brúk fyri stuðli, sum veit, hvussu hann kann hjálpa barninum.

Serstovur fyri børn við autismu og líknandi avbjóðingar eru í Hoyvík, Runavík, Klaksvík, Vágum, Suðuroy, í Sundalagnum umframt í Skálabotni.

Les samrøðu við autismuráðgevarnar í Skúlablað nr 1, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.