Bloggur

Ingun – lesandi og mamma

Ingun Háberg, lesandi á Námsvísindadeildini á øðrum ári, bloggar

27.02.2015

So var eg aftur. Eg veit ikki rættiliga, um hendan Ingun, sum nú er afturkomin, er tann sama, sum fyri einum ári síðani fór í farloyvi, tí nógv er hent síðan seinast – alt er broytt. Eg eri broytt, mínar umstøður eru broyttar, vit eru flutt, og eg havi fingið nýggjan leiklut í lívinum. Eg eri blivin mamma, og eg elski tað. Í mars mánaði í fjør átti eg heimsins deiligasta son. Hann er fittur, góður og blíður og raskur, trívist og mennist væl, og alt er, sum tað skal vera. Skjótt verður hann 1 ár, og eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvar tíðin er farin. Kanska ljóðar tað sum orðaskvaldur, men tíðin hevur av álvara flogið av stað. Og nú eri eg her. Eg haldi meg vera komna út úr tí annars so hugnaligu og deiligu barsilsbobluni, sum eg seinasta árið havi verið í. Ella eg byrji í øllum førum at lata hana frá mær. 


Eg fór aftur í skúla eftir ársskiftið. 5. január 2015 – sama dag sum sonurin gjørdist 10 mánaðir – og hann byrjaði á stovni. Samstundis sum eg byrjaði aftur í skúlanum, byrjaði hann í vøggustovu. Og tað var kanska heldur strævið at fáa tað at ganga upp í eina hægri eind. Men saman við manninum so megnaðu vit at fáa tað at ganga upp. Og tá vit ikki vóru og vitjaðu í vøggustovuni, so mátti hann við mammu síni í skúla. Eitt sindur strævið var tað at hugsavna seg um arbeiðið í skúlanum, meðan sonurin eisini var har, men alt í alt riggaði tað fínt, og vit komu væl ígjøgnum tað. Hann er koyrdur inn í vøggustovuni og tykist at trívast væl. 


Og nú eri eg komin aftur í skúla. Eg eri ein av teimum lesandi, sum er foreldur. Tað vil siga, at eg eri noydd at vera agaføst. Og tað nógv meira enn áðrenn, eg gjørdist mamma. Eg minnist meg hava hugt upp til floksfelagar, sum eiga børn, tí eg havi hildið tað ljóðað so strævið at fáa alt at hanga saman, tí tey allarflestu hava altíð gjørt sítt heimaarbeiði og eru væl fyrireikað. Og tá eg so, áðrenn eg sjálv visti, hvussu tað riggaði, spurdi nær tey høvdu tíð til tað, var svarið altíð, at man er noyddur at gera tað, tá børnini sova ella eru á stovni. Eg havi bara ímyndað mær, at mann heldur vil vaska upp, dustsúgva ella kanska allarhelst hyggja eftir einum filmi, tá mann endiliga hevur eina løtu fyri seg sjálva. Men eg má geva teimum rætt. Eg veit ikki ordiliga hví, men mann verður onkursvegna agafastur. Kanska tí at tað, at fáa sær útbúgving fær ein enn størri týdning, tá tú fært børn. Og skalt tú koma ígjøgnum hana, mást tú gera heimaarbeiði, tá børnini sova ella eru á stovni. Nei, eg veit ikki, men eg vóni, at eg verði eins dugnalig og tey.


Nú gerandisdagurin er byrjaður at fáa eitt skap, er tað ordiliga deiligt. Summar dagar kundi eg sjálvandi hugsað mær at verið heima, havt farloyvi og gjørt tað, eg vildi. Men hetta er eisini fínt. At pakka tasku, lesa skúlating, skriva uppgávur, smyrja matpakkar o.s.v. er nú okkara veruleiki. Og fyri meg er tað sum sagt týdningarmikið at fáa eina útbúgving. Hetta hevur verið besta, men lívsjáttandi og avbjóðandi árið í mínum lívið, men eg gleði meg til komandi tíðir.

Og takk, Hanus, fyri at tú hevur hildið skansanum á blogginum, nú eg havi verið burtur.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.