Tíðindi

Imponerandi at síggja, hvussu skjótt lærarar megna at leggja um til øðrvísi undirvísing

- Tað hevur eisini verið hugaligt at síggja, hvussu væl starvsfólk hjálpa hvørjum øðrum; tá ið onkur er ov stuttur, stendur onkur annar klárur at hjálpa tær, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri

3. apríl 2020

Tíðin undir koronaundantaksstøðuni fer ivaleyst at standa eftir í minninum hjá okkum flestu í langa tíð. Eisini í størsta skúlanum í landinum, Skúlanum á Fløtum, halda tey, at tíðin hevur verið lærurík.

- Vit hava lært, at nærveran og samveran eru sterkasta amboðið, vit hava. Nú tá ið vit ikki hava tað, merkja vit, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur. Harumframt hevur tað verið imponerandi at sæð, hvussu skjótt fólk megna at tillaga seg og leggja um uttan fyrireiking og uttan ávaring. Frá at fáa eini boð hósdag seinnapart um, at vanliga skúlagongdin verður løgd niður, og at vit eru til reiðar mánadag við einum fullkomiliga nýggjum veruleika, og megna tað. Tað er eisini hugaligt at síggja, hvussu væl og nógv starvsfólk hjálpa hvørjum øðrum; tá ið onkur er ov stuttur, stendur onkur annar klárur at hjálpa tær, og hjálpin kemur alla staðni frá. Og hetta kann snúgva seg um alt: góð hugskot til undirvísing, at finna tilfar, at hjálpa hvør øðrum í gongd, og stuðla hvørjum øðrum og siga, at hetta klára vit. Tað er rættiliga ymiskt, hvussu lærarar eru fyri, tá ið talan er um telduførleikar, og onkur er veruliga skumpaður út á djúpt vatn. Hjá leiðsluni hevur henda tíðin eisini verið minnilig. Vit síggja lærarar, sum eru djarvir og leypa út í tað, og onnur, sum skulu hjálpast í gongd. So eru tað foreldur, sum eru ónøgd við, at børnini fáa ov nógv at gera heima, og onnur, sum vilja hava meiri, tí børnini keða seg. Tað kann vera ein avbjóðing at finna javnvágina, men eisini har gongur tað betur og betur. Vit sum starvast í skúlunum læra eisini nógv; vit síggja, hvussu tøknin kann koma til sín rætt knappliga, og vit síggja eisini nøkur arbeiðsmynstur, sum vit kunnu halda fram við eftir, at henda undantaksstøðan er av. Um eitt hálvt ár ella so kunnu vit ivaleyst gera upp og siga, hvat vit hava lært, og hvat vit kunnu brúka tað til.

Í Skúlanum á Fløtum eru tey væl útgjørd við talgildum miðlum, og skúlin hevur verið ein teirra, sum hevur gingið undan, tá ið talan er um kunningartøkni. Allir næmingar frá triðja flokki hava talgilt arbeiðsamboð frá skúlanum, og allir lærararnir hava góða og dagførda útgerð. Skúlin er sostatt væl fyri, tá ið talan er um at skipa fjarundirvísing.

Spyrja vit foreldur ymsa staðni frá, so hoyra vit, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv verður lagt á næmingar at gera, meðan vanliga skúlagongdin er niðurløgd, og hvussu nógva fjarundirvísing, teir fáa. Boðini frá leiðsluni í Skúlanum á Fløtum til starvsfólkið hava verið, at næmingarnir í grund- og miðdeildini skulu fáa tað, sum svarar til heimaarbeiði í ein góðan tíma um dagin, umframt tað, tey hava at lesa í frílesing. Í hádeildini er øðrvísi, tí allar lærugreinirnar eru próvtøkulærugreinir; har er skipað fjarundirvísing í øllum lærugreinum býtt út á allar lærarar.

- Neyðturviliga merkir hetta ikki, at lærararnir í hádeildini hava verið undir størri arbeiðstrýsti, tí tað er altíð ymiskt, hvussu nógv lærarar leggja fyri, og hvussu nógv teir spenna seg út. Summi strekkja seg longri enn onnur, tað síggja vit eisini, tá ið umstøðurnar eru vanligar, men eg síggi í starvsfólkahópinum lærarar, sum liggja fløt og veruliga gera sítt ítasta, meðan onnur gera tað, sum tey skulu. Vit hava eisini skipað tað soleiðis, at foreldur vita nær lærarar er tøkir. Serliga á netfundi og í kjattinum á talgilda pallinum, vit nýta. Og er okkurt tey ivast í, ber altíð til at ringja, ella skriva, tí heimasíða okkara vísir til bæði telefonnummar og teldupost hjá okkara starvsfólki.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.