Tíðindi

Ikki á einum máli um, hvat skíggjar gera við børn og ung

Talgildi uppvøksturin er øðrvísi enn uppvøksturin, sum børn og ung fingu fyrr. Men øll eru ikki á einum máli um avleiðingarnar av skíggjanýtsluni hjá børnum og ungum.

09.02.2024

Ungfólk hava ongantíð verið so nógv á internetinum sum nú, og eingin veit við vissu, hvørjar avleiðingarnar av tí kunnu vera. Hjá nógvum, sum hava havt ein uppvøkstur uttan skíggjar, eru spurningarnir nógvir og stúranirnar stórar: Verða ungfólk gløggari av at vera so nógv á internetinum? Verða tey býttari? Verða tey eydnusamari – ella verða tey eydnuleysari? Nær eiga foreldur at steðga ella forða ov nógvari skíggjanýtslu? Og læra ungfólk í grundini nakað sum helst við at brúka skíggjar í skúlanum? Og ikki minst – kenna tey allar vandarnar, sum kunnu vera av at vera so nógv á internetinum?

Líka umráðandi sum ljós og hiti

Christer Hyggen er granskari við granskingarinstituttið NOVA og arbeiðir serliga við talgildum uppvøkstri.

– Síðsta tíggjuáraskeiðið hava fartelefonir og teldlar meiri og minni fullkomiliga broytt, hvussu vit liva lívið, sigur Hyggen.

Nýggja lívið er ein beinleiðis avleiðing av tøkniligu menningini, men tað er eisini ein tilvitað menning sambært Hyggen. 

– Høg ferð á internetinum verður javnsett við rættin til streym. Tað er tí, at politikarar hava viðurkent, at atgongd til internetið er avgerandi fyri, at fólk kunnu taka lut í samfelagnum.

Polarisering

Hyggen heldur, at tað er ein polarisering í kjakinum um talgildar miðlar og ungfólk.

– Summi er ógvuliga stúrin um, hvat skíggjarnir gera við børn, og tað er ein teknopositivur mótpolur, sum heldur, at alt við tøknini er gott. Um eingin gevur hesum pólunum mótsvar, kann tað forða okkum í arbeiðinum at tryggja, at øll børn og ung hava atgongd og førleikar at taka lut í talgilda heiminum, sum vit liva í.

Stúranir sum einki hava við veruleikan at gera? 

– Gera vit ov nógv av, tá ið tosa um, hvussu tað talgilda ávirkar okkara børn?

– Tey allar flestu børnini og ungu flyta seg uttan hóvasták og uttan trupulleikar millum tað talgilda og fysiska gerandisdagin, sigur Hyggen til forskning.no.

Hann og starvsfelagin Idunn Seland hava greinað tíðindagreinar í norskum miðlum um nýtsluna av talgildum miðlum hjá børnum og ungum tey síðstu tíggju árini.

Og tað vísir seg, at flestu greinirnar snúgva seg um stúranir fyri skíggjanýtsluni hjá ungum. Síðan hugdu granskararnir at skíggjavanunum hjá teimum ungu og tað, sum tey ungu upplivdu á netinum.

– Tað vit sóu, var, at stúranirnar ikki vóru í samsvari við veruleikan. Tey flestu børnini og ungu liva lívið uttan at verða happað á netinum og uttan at vera fyri ágangi á netinum, sigur Hyggen.

Ungar gentur og sosialir miðlar

Tað eru kortini nakrir bólkar, sum stríðast.

– Tað er til dømis semja um, at talgildi uppvøksturin hjá børnum og ungum kann hava negativar avleiðingar fyri summar bólkar, serliga gentur og nýtsluna av sosialum miðlum, sigur Hyggen.

– Her er tað nógv gransking, sum bendir á, at ov stór nýtsla kann hava óhepnar avleiðingar fyri sálarheilsuna.

Men granskingin er ikki heilt eintýðug, um vit skulu taka greinir á netinum fyri fult. Nýliga almannakunngjørdi norska Fólkaheilsuinstituttið eina kanning, sum vísir, at tað er samband millum negativar upplivingar á sosialu miðlunum og sálarheilsuna hjá ungfólki. Vikuna frammanundan almannakunngjørdi NTNU eina kanning, sum bendir á, at børn og ung ikki gerast hugtung av sosialum miðlum. Granskarar eru sostatt ikki heilt á einum máli um, hvussu ungfólk verða ávirkað av Snapchat, TikTok, Instagram og YouTube.

Elvir til kegl í familjuni

Hyggen nevnir tað fyri talgildan uppvøkstur.

– Talgildur uppvøkstur broytir familjulívið og gerandisdagin í skúlanum. Hann broytir ikki bara mátan, sum vit skipa okkum, hvussu vit hava samband hvør við annan, og hvussu vit samskifta. Talgildar eindir, so sum fartelefonir og teldlar, kunnu eisini vera stór kelda til tvístøður í familuni, til dømis tá ið talan er um, hvussu nógva tíð vit sita við skíggjanum.

Tá ið talan er um talgildingina í skúlanum, sigur Hyggen, at har er kjak um spurningin.

– Tað kjakið snýr seg grundleggjandi um eitt nýtt stríð fyri uppmerkseminum hjá næmingum, sigur Hyggen.

Nógv foreldur stúra fyri, um børnini læra nóg nógv, og um tey læra tað, sum tey skulu læra. Eru lærarar førir fyri at brúka nýggja talgildu amboðini, og eru teir nóg greiðir yvir avbjóðingarnar?

– Tað, sum talgildingin ger, er, at hon bindur saman skúla, familju og frítíð á ein hátt, sum vit aldri hava sæð fyrr. Hetta hevur sera nógv at siga fyri uppvøksturin, og mørkini millum økini eru sera ógreið og í ferð við at glíða inn í hvørt annað, sigur Hyggen.

Tey, sum eru uttanfyri

Hyggen er serliga upptikin av teimum, sum verða hildin uttan fyri talgilda uppvøksturin. Hann nevnir hetta «digital deprivasjón», tað er vantandi luttøku í tí talgilda.

– Tá ið alt tað sosiala, harundir eisini skúlaarbeiði, verður flutt yvir á talgildar miðlar, hevur tað týdning at geva hesum gætur. Vit mugu tryggja okkum, at øll børn og ung hava atgongd vil gott internet, sigur hann. 

At bæði tað sosiala og undirvísing fara fram á netinum kann vera við til at økja munirnar millum fólk, heldur Hyggen.

– Í stórum familjum er inntøkan meiri avmarkað, og tað kann hava við sær minni atgongd til fartelefonir og teldlar. Í teimum førum mugu børn og foreldur samráðast um, hvør kann brúka telefonirnar og teldlarnar. Tað kann eisini vera avmarkað, hvussu nógvan stuðul børn fáa frá foreldrum sínum, tí foreldrini ikki hava nøktandi talgildar førleikar.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.