Tíðindi

Ikki skilagott at teingja landsroynd og happingarkanning saman

Eitt av tilmælunum frá teimum, ið hava staðið fyri stóru happingarkanningini, er, at hvørja ferð landsroyndir eru, fáa næmingarnir spurnablað, har teir skulu svara, hvussu teir trívast í skúlanum. Jacob Eli S. Olsen heldur ikki, at tað er rætt at teingja hetta saman

31. mai 2019

Á hvørjum ári eru næmingarnir í 4. og 6. flokki til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Tað tekur eina viku at avgreiða allar landsroyndirnar. Bólkurin, ið hevur staðið fyri happingarkanningini og orðað tilmæli út frá úrslitunum, heldur, at næmingarnir sum part av landsroyndini fáa spurnablað, har teir svara spurningum um, hvussu teir trívast. Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, heldur, at landsroyndirnar skulu fáa frið, og at tað bara skal vera tað fakliga, sum verður raðfest undir landsroyndunum.

- Trivnaðurin hjá næmingunum er nógv dýrabærari enn at vit eiga at blanda annað uppí. Ein trivnaðar- ella happingarkanning eigur at hava sítt egna pláss. Undir landsroyndunum skal tað fakliga verða í miðdeplinum. Tað er ikki rætt ella rímiligt fyri næmingunum, at tað verður órógvað av eini kanning um, hvussu teir trívast.

Grundgevingin hjá teimum, sum hava staðið fyri happingarkanningini at teingja landsroynd og happingarkanning saman, er, at vit fáa tvær kanningar fyri eina, tá ið næmingarnir kortini eru til roynd, og at tað órógvar skúladagin minni at hava tvær kanningar saman heldur enn hvør sær.

- Eg eri samdur við teimum í, at tað órógvar minni, men eg vigi tað hægri, at vit fáa meiri burtur úr at skilja kanningarnar at. Í mun til at vit fáa neyðuga vitan, so haldi eg ikki, at vit kunnu siga, at kanningar órógva nevnivert. Vit skylda næmingunum at kanna, hvussu teir hava tað. Tað fer umleið ein tími til at svara spurningunum; tað er tað rúm fyri. Tey siga eisini, at kanningin nýtist ikki at vera so stór, um hon verður løgd afturat landsroyndini. Samanberingin er týdningarmikil, og eg haldi, at vit skulu halda fast við ta stóru kanningina og at hava hana annaðhvørt ár.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.