Tíðindi


Ikki lætt at vera dugnaligasti næmingurin

Dugir tú væl í skúlanum, eru sannlíkindi fyri, at bæði lærarar og næmingar halda teg vera irriterandi, sigur fólkalívsfrøðingur

17. november 2017

Tað er ikki altíð ein fyrimunur at verða hildin at vera dugnaligasti næmingurin í flokkinum. Næmingurin er nevniliga í vanda fyri at verða settur í bás sosialt og til sjeynda og síðst eisini at læra minni, bendir ein donsk kanning av næmingum í barnaskúlanum á.

Summir av næmingunum, sum lærarar halda eru dugnaligir, fara ígjøgnum eina tilgongd, har teir uppliva, at hinir næmingarnir og eisini nakrir lærarar halda teir vera irriteraðir inn á teir, sigur Ulla Lundqvist, granskari við Institut for Pædagogisk Efter- og Videreuddannelse, Professionshøjskolen Metropol í Danmark.

Nýggja kanningin byggir á kvalitativa dátu frá tveimum skúlaflokkum, sum granskarin hevur fylgt í trý ár – frá fjórða til sjeynda flokk. Kanningin vísir, at fært tú stemplið á teg at vera ”ein dugnaligur næmingur”, so kann tað ganga út yvir tína skúlagongd.

Lærarin kann taka sum givið, at tær tørvar ikki hjálp. Næmingurin kann eisini verða tikin fram um aðrar og ”brúktur” sum undirvísingarhjálpari.

Í kanningini hevur Lundqvist fylgt tveimum næmingum tætt. Annar næmingurin var ein drongur, sum hjálpti læraranum í undirvísingini við at gita svarini, sum lærarin setti. Umframt var hann lættur at hava við at gera, gjørdi sum hann var biðin, og so var hann eisini skemtingarsamur. Hin næmingurin var ein genta, sum var fakliga dugnalig og ógvuliga íðin at vísa, hvat hon dugdi. Kanningin vísti, at í báðum førum vóru keðiligar avleiðingar.

Drongurin:

Fakliga: Lærarin tók fyri givið, at næmingurin hjálpti til í undirvísingini við at svara spurningunum rætt, tí hann var ógvuliga samstarvshugaður og stuðlaði tí, ið lærarin tók stig til. Tá Ulla Lundqvist hugdi nærri at videoupptøkum av undirvísingini, varnaðist hon, at lærarin gav næminginum svarini. Harvið lærdi drongurin minni samanborið við, um hann var stuðlaður til sjálvur at finna svarini.

Sosialt: Fyrst var drongurin mettur at vera dugnaligur, til síðan at gerast yndisnæmingurin. Tað hevði við sær, at hinir næmingarnir hildu hann vera irriterandi, og tí var hann sosialt settur uttanfyri.

Gentan:

Fakliga: Genta, sum var fakliga dugnalig, endaði við at verða møtt við irritasjón av lærarunum, tí hon var so íðin eftir at vísa, hvat hon dugdi. Hon var uppfatað at vera órógvandi í undirvísingini. Lærararnir gjørdu sum um teir ikki sóu hennara royndir at gera vart við seg, og tí hon fekk hon lítla talutíð. Gentan lærdi tí sannlíkt minni enn um hon hevði gjørt, um hon slapp at taka lut í undirvísingini.

Sosialt: Gentan endaði tíverri við at verða hildin at vera órógvandi í undirvísingini av bæði næmingum og lærarum. Hon fekk tí ein negativan leiklut í flokkinum, hóast hon í grundini bara royndi at geva sítt íkast.

Sambært Lundqvist er tað umráðandi at undirstrika, at lærararnir ikki gera hetta við vilja.

Tað er ein trupul uppgáva at leggja læring til rættis og samstundis hava eyguni við, hvussu næmingarnir fáa sosialar leiklutir, sum til dømis ”dugnaligur” ella ”órógvandi”. Lærararnir undirvísa nógvum næmingum samstundis og mugu syrgja fyri, at næmingarnir læra nakað í tíðini, sum er sett av, sigur hon.

Hon heldur, at skúlarnir eiga at gerast meiri tilvitaðir um, hvat teir halda vera ein ”dugnaligur næmingur”, soleiðis at teir betur duga at síggja, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri leiklutin hjá næminginum.

Tað hevur týdning, at lærararnir eru tilvitaðir um, hvørja sosiala atferð teir seta í samband við dugnaligar næmingar, soleiðis at tað ikki gongur út yvir næmingarnar, at teir eru ídnir eftir at læra ella at vísa, at teir duga, sigur granskarin

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.