Tíðindi

Hóast útsetan eydnaðist landsroyndin sum heild væl

Í døgunum 22. – 24. sept. vóru allir næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd.

11.12.2020

Vanligt er, at landsroyndin liggur í apríl, og at tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru umfataðir av royndini. Men orsakað av Covid-19 varð royndin útsett, og avgjørt varð, at næmingarnir, sum áttu at luttikið í royndini í apríl, vóru til landsroynd í september. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru & tøkni.

27. november varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Próvstovan arbeiðir við at gera landsroyndarfrágreiðingina betri, soleiðis at hon lættari kann brúkast sum eitt amboð til eftirmeting á skúlunum.    

WISEflow-skipanin varð nýtt fyri fyrstu ferð í fjør, og hon var nýtt aftur í ár. Uppgávunevndirnar kenna sostatt eitt sindur betur til skipanina og hava í eitt ár vant seg við at gera uppgávur í WISEflow, og hetta sæst aftur í uppgávunum. Torleikastigið er hækkað nakað, hetta kann m.a. lesast av normalfordeilingini.

At tað er týdningarmikið, at differentieringin í uppgávunum hevur eitt so breitt spenni, at allir næmingarnir fáa hóskandi avbjóðingar, varð m.a. nevnt í frágreiðingini frá 2019. Sum ein liður í eini førleikamenning av uppgávunevndunum skipaði Próvstovan í september í ár fyri vistarskeiði á Gjáargarði. Á skránni var m.a. WISEflow-skipanin og teir møguleikar og avbjóðingar, sum eru við henni. WISEflow verður støðugt ment, og hetta er týdningarmikið at dagføra uppgávunevndirnar um. Umframt WISEflow vórðu uppgávunevndirnar kunnaðar um PISA, og hvussu spurningarnir eru orðaðir og samansettir í hesari kanningini. Fólk frá Námsvísindadeildini, sum eru høvundar av PISA-frágreiðingini 2019, hildu upplegg og vístu á ymsar uppgávuspurningar. Tað er ein sannroynd, at flest allir spurningar í landsroyndini eru sokallaðir faktaspurningar, sum næmingar skulu duga uttanat, finna svar uppá í tekstinum ella sláa upp á t.d. netinum. Hinvegin hevur tað víst seg at vera ein avbjóðing at orða uppgávur, ið leggja upp til sjávstøðuga støðutakan, sum ikki er beinleiðis faktuell, kann lesast beinleiðis av úr tekstinum ella sláast upp. Ætlanin er ikki, at landsroyndin skal royna at líkjast PISA-kanningini, men hesar uppgávur og spurningar kunnu nýtast sum íblástur og menning. Í hesi landsroyndarfrágreiðingini verða bæði uppgávurnar og úrslitini sæddar í mun til námsætlanir, undirvísingartilfar umframt serligu uppgávurnar, sum verða settar í PISA. Frágreiðingin umframt vistarskeiðið við Gjógv er ætlað sum ein roynd at menna samskifti millum Nám/Próvstovuna, skúlarnar (og leiðslurnar) og uppgávunevndirnar.

Arbeiðið at dagføra námsætlanirnar er í gongd. Hendan dagføringin hevur verið tiltrongd í rúma tíð, og tað er umráðandi, at arbeiðið gongur eftir miðvísari ætlan. Hetta gerst best við einum góðum samskifti millum Nám/Próvstovuna, Námsvísindadeildina og skúlarnar (og leiðslurnar). At námsætlanirnar verða dagførdar, fer natúrligt eisini at ávirka arbeiðið hjá uppgávunevndunum av landsroyndini, og hetta er ein onnur týdningarmikil orsøk til, at vit longu nú skapa støði undir eini grundan um landsroyndina og hennara tilverurætti.

Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður her: https://provstovan.fo/folkaskulin/fragreidingar/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.