Tíðindi

Hvørja hugsan hava politisku flokkarnir um námsætlanirnar og landsroyndirnar?

Innihaldið í fólkaskúlanum eigur at verða dagført, so at fakligu málini og arbeiðshættirnir í skúlanum samsvara við samtíðina, heldur Føroya Lærarafelag. Men hvat halda politisku flokkarnir?

29.11.2022

Tíðin er farin frá námsætlanunum fyri skúlaverkið, og landsroyndirnar órógva bæði lærarar og næmingar. Innihaldið í fólkaskúlanum eigur at verða dagført, so at fakligu málini og arbeiðshættirnir í skúlanum samsvara við samtíðina, skúlapolitisku stevnuna fyri Føroyar og vitan frá nýggjari gransking í undirvísingarlæru.

Námsætlanin byggir á, at mann av ovastu rók málstýrir niður í smálutir viðvíkjandi tí, sum lærarin skal undirvísa í. Skúlin og lærarar eru ov nógv avmarkaðir av hesum, so at tað gongur út yvir undirvísingina og næmingarnar. Aftrat hesum trýstir landsroyndin lærarar at undirvísa stuttskygt eftir hesum málum, heldur enn at laga undirvísingina til tað, sum lærarin veit er best fyri næmingin.

Sum ein fylgja av hesum er tað lítið pláss fyri verkligum, skapandi, handaligum og kannandi arbeiðshættum í skúlanum; hetta eru arbeiðshættir, sum fanga næmingarnar, og har teir sleppa í dýpdina við einum evni.

Á hvønn hátt vilja tit í einum komandi stjórn vera við til at dagføra námsætlanirnar fyri skúlaverkið?

FÓLKAFLOKKURIN (A):

Núverandi námsætlanir eru alt ov drúgvar, rúgvusmiklar og óítøkligar. Leingi hevur verið tosað um at dagføra námsætlanirnar, og tað arbeiðið er farið í gongd. Í fyrstu atløgu verða námsætlanirnar fyri føroyskt og náttúru og tøkni dagførdar. Ynskiligt er, at námsætlanirnar eru stuttar, greiðar og vegleiðandi. Týdningarmikið er, at nýggju námsætlanirnar verða dagførdar soleiðis, at tær eru ein viðspælari hjá læraranum í undirvísingini. Námsætlanirnar mugu ongantíð verða til hindurs fyri, at undirvísingin annars kann vera handalig og skapnandi.

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Landsroyndinar stýra í ov stóran mun undirvísingini upp undir royndina og eiga avgjørt at verða endurskoðaðar. Tað má vera púra greitt, hvat endamálið við landsroyndunum er. Tað er gott at gera royndir og eftirmetingar, so undirvísingin kann broytast og tillagast, soleiðis at úrtøkan hjá næmingunum verður størri. Men verandi skipan stuðlar ikki undir hetta. Eitt uppskot kundi verið, at royndir vóru gjørdar til føroyskt og støddfrøði, sum skúlarnir brúka, tá ið tað hóskar til undirvísingina. Royndirnar í náttúru og tøkni kunnu avtakast, soleiðis at undirvísingin aftur verður meira verklig. 

SAMBANDSFLOKKURIN (B):

Arbeiðsbólkar eru settir, sum endurskoða tær. Hetta eru fakfólk á økinum, so her kemur vónandi broyting í nærmastu framtíð. Hesum vilja vit framhaldandi stuðla til tað betra.

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Vit eru samd, at landsroyndin skal takast burtur, tí sum sagt eru landsroyndirnar bæði órógvandi, og næmingurin gerst ótryggur við arbeiðsháttin, tí tað eru ikki allir skúlar, sum hava teldu til hvønn einstaka næming. Landsroyndir eru bara teldutøkar.

Tá tað kemur til skapandi, verkligar, handaligar og kannandi verkætlanir, so stuðla vit eisini hesum. Vit vita frá gransking, at øll læra ymiskt. Tá arbeitt verður á hendan hátt, so fanga vit ofta teir næmingar, sum ikki eru bókliga sterkir, samstundis við, at vit vekja teirra áhuga.

JAVNAÐARFLOKKURIN (C):

Námsætlanirnar eru ov umfatandi. Tær fevna ofta um alt ov nógv førleikamál. Hetta ger, at lærarin má skunda undirvísingina ígjøgnum fyri at røkka pensum. Hetta skapar tíðarpress hjá læraranum. Strongdin og trýstið á lærarar og næmingar ger, at verkætlanararbeiðið og kreativar tilgongdir verða færri og bókligar tilgongdir fleiri. Ofta tí tað er skjótari og lættari at gjøgnumganga.

Námsætlanirnar mugu endurskoðast av lærarum, sum virka í skúlanum. Sum kenna arbeiðsdagin og undirvísingarstøðuna í dag.

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Hetta arbeiðið má halda fram, til alt er endurskoðað. Pengar mugu setast av til hetta arbeiðið, og tíðarfreist setast á.

Landsroyndirnar skulu endurskoðast og helst avtakast. Best hevði verið, um skúlar frítt fáa atgongd til royndirnar talgilt, um teir ynskja at hava innanhýsis eftirmetingar av undirvísingini ella læringini, og um teir halda tørvur er á hesum. Landsroyndin, sum hon sær út í dag, gevur ikki meining. Skúlar mugu hava meira frælsi at skipa síni viðurskifti, sum geva meining fyri tey. Í skúlanum síggja vit ov nógv ógagnligt skrivstovuarbeiði. M.a. við at útfylla formularar og at dokumentera ymiskt.

Vit eiga at gera hesar royndir einfaldar og taka úgangstøðið í lesing og rokning. Harafturat eigur áherðsla eisini at verða løgd á m.a. kreativitet og dannilsi í eftirmetingum. Skapandi, verkligi og sosiali parturin hjá næminginum eigur eisini at verða eftirmett í skúlanum.

Næmingurin má kunna blóma sum menniskja. Fólkaskúlin skal hava umstøður at framelska menniskjaliga menning. Lærarin eigur at sleppa at stýra eftirmetingarpartinum saman við toymi sínum.

SJÁLVSTÝRI (D):

Vit kunna millum annað fylgja leistinum, sum tey hava í Finnlandi. Har er tað ein yvirorðnað námsætlan, men hon er ikki so nógv niður í smálutir, at lærarar verða kvaldir av henni. Lærarar eiga at hava møguleikan at leggja dagskránna sjálvir. Tí teir vita best, hvat er best fyri næmingin.

Sjálvandi skula vit hava nakrar meginreglur, sum allir lærarar skula hava í sínum tímum. Men teir eiga at føla, at teir hava arbeiðsfrið og yvirskot til kreativar loysnir til fakligar trupuleikar.

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Landsroyndirnar hava tænt sínum endamáli. Vit eiga ikki, at nýta slíkar kanningar og royndir, til at samanbera næmingar geografiskt. Vit eiga heldur at hava lokalar royndir, ið skúlin sjálvur ásetur, so at hvør skúli og tess lærarar kunnu leggja sínar námsætlan til rættis.

TJÓÐVELDI (E):

Fólkaskúlin ger eitt stórt arbeiði hvønn dag. Men vaksandi uppgávurnar, sum eru lagdar á skúlan, gera, at hann er undir ávísum trýsti. Tørvur er tí á dagføringum á fleiri økjum.

M.a eiga námsætlanirnar at dagførast, soleiðis at tær í minni mun fara í smálutir og í størri mun seta sjóneykuna á metodufrælsi hjá lærarunum.

Sjóneykan í seinastuni hevur verið á vaksandi talið av næmingum við diagnosum, strongd og so framvegis. Hesum eigur fyrilit at verða tikin fyri í størri mun í námsætlanum, soleiðis at talið av næmingum í hvørjum flokki, og uppgávurnar hjá læraranum og serliga flokslærarunum, samsvarar við krøvini, sum verða sett teimum. 

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Tá ið tað kemur til ársroyndir, støðuroyndir, landsroyndir, PISA og so framvegis, so heldur Tjóðveldi, at talið av royndum er blivið í so nógv av tí góða, og at hesar taka frá høvuðsendamálinum við fólkaskúlanum, sum er, at fokus eigur at vera á, at næmingar okkara trívast og mennast, meðan tey ganga í skúla, og at skúlin skal vera ein rík tíð við góðum minnum og lærdómi.

Við hesum høvuðsendamálinum í skúlaskjøldrinum eiga vit at enduskoða námsætlanirnar og kravið við landsroyndum.

FRAMSÓKN (F):

Fólkaskúlin skal hava okkara stóra fokus, tí har ganga nærum øll børnini í okkara landi, og tað er sera týdningarmikið, at tey bæði trívast væl og læra væl í skúlanum. Og fyri at tey skulu tað, so er alneyðugt, at lærarar og onnur starvsfólk trívast væl í starvinum og kenna seg at hava stundir til at fremja kjarnuvirksemið.

Framsókn vil fegin seta ferð á arbeiðið at dagføra námsætlanirnar, so at tær verða minni smálutastýrandi. Vit vita, at t.d. grannalandið Norra er farið hendan vegin, og at vit kunnu leita okkum íblástur, men fremstu vitanin um hetta finna vit í okkara egnu skúlum – hjá lærarum og leiðslu. Og vit vilja raðfesta arbeiðið við at dagføra námsætlanirnar sera høgt, tí tær ávirka gerandisdagin á skúlunum so nógv.

Hvørja hugsan hava tit um landsroyndirnar? Eiga vit at halda fram við teimum? Eiga tær at verða broyttar, tillagaðar ella avtiknar?

Vit hava ta fatan, at tann týdningarmesta eftirmetingin er tann lokala, sum kann lagast til virksemi skúlans og til ætlanir lærarans í flokkunum. So vit halda, at allar royndir skulu eftirmetast og tillagast, so tær tæna læringini og fyri alt í verðini ikki taka tíð og fokus frá skapandi og verkligum virksemi í lærugreinunum. Vit vísa á, at ein eftirmeting av landsroyndunumm longu fyriliggur, og at støði kundi verið tikið í henni, eins og dagførdar metingar av málinum áttu at verið gjørdar. Tað kann vera gagnligt við væl gjørdum royndum, so skúlar kunnu eftirmeta, men tað er sera týdningarmikið, at úrslitini verða nýtt til innanhýsis menning, og at tey framyvir ikki verða nýtt til at samanbera skúlar landsumfevnandi, tí vit hava sæð fleiri keðiligar avleiðingar av tí. Tað er somuleiðis sera týdningarmikið, at tílíkar royndir hava ein liðiligan leist, so hvør skúli og hvør lærari kann halda tær, tá tað hóskar inn í arbeiðið.

Myndugleikin kann so vitja úti í skúlunum árliga til at samskifta um gongdina, við tí fyri eyga at menna og finna loysnir upp á møguligar avbjóðingar og ikki fyri at leggja alt á blik.

MIÐFLOKKURIN (H):

Miðflokkurin er við í tí politiska fylgibólkinum, sum fylgir arbeiðinum í tí nevndini, sum landsstýrismaðurin, sum sat á økinum til 14. novembur, setti í verk. Hetta er eitt arbeiði, sum, um neyðugt, setur nýggja kós fyri fólkaskúlan ella øki í skúlanum, og sum grundleggjandi dagførir fólkaskúlalógina. 

Arbeiðið er á fleiri økjum komið so langt, at vit hvørja løtu kunnu vænta at síggja uppskot til lógarbroytingar. Hesi uppskot síggja vit í Miðflokkinum fram til, og fara ikki, sum støðan er, óneyðugt at blanda okkum í arbeiði nevndarinnar, fyrrenn úrslit hennara kemur á borðið. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.